Missa fimm mió. pund

Avgerðin hjá dómaranum Peter Jones um at góðkenna tað kanska mest umrødda málið í nýggjari FA Cup-tíð hevur kostað bretsku veddingarfyritøkunum einar fimm milliónir pund.

Avgerðin hjá dómaranum Peter Jones um at góðkenna tað kanska mest umrødda málið í nýggjari FA Cup-tíð hevur kostað bretsku veddingarfyritøkunum einar fimm milliónir pund.

Hóast tilboðið hjá Arsenal-venjaranum Arsene Wenger um at spæla dystin umaftur varð góðtikið mestsum beinanvegin, mugu veddingarfyritøkurnar taka úrslitið 2-1 sum almenna úrslitið av dystinum. Og nú kunnu fyritøkurnar rokna við at missa nógvar pengar.

Graham Sharpe frá fyritøkuni William Hill sigur, at málið hjá Kanu til 2-1 er eitt tað dýrasta málið nakrantíð fyri teirra fyritøku.

? Tað kostaði okkum meir enn eina millión pund, og tær ymsu veddingarfyritøkurnar missa tilsamans eini fimm mió. pund. Arsenal vóru favorittar við odds 2-9 ? eitt trygt 1-tal ? og næstan øll, sum veddaðu eina heila kupong, høvdu teir sum vinnarar, sigur Graham Sharpe.

? Hóast úrslitið er ógildað, endaði dysturin framvegis 2-1 til Arsenal, so tað mugu vit rinda út frá. Um vit ikki gjørdu tað, høvdu vit fingið uppreistur á veddingarstøðunum. Einastu ferð, vit ikki hava góðtikið almenna úrslitið av einum dysti, var í 1986, tá Diego Maradona skoraði við Guds hond móti Onglandi. Moralska úrslitið tá var 1-1, og tað rindaðu vit út eftir. Eg haldi ikki, at Peter Jones (dómarin) hevði nakað val, men tað hevur kostað okkum fleiri hundrað túsund.


Ikki øll vilja hava nýggjan dyst

Ikki øll eru so fegin um, at dysturin millum Arsenal og Sheffield United skal spælast av nýggjum. Ein av hesum er dómarin Philip Don, sum eisini er formaður í felagnum hjá enskum Premier League-dómarum.

? Dómarin er har fyri at stýra einum dysti sambært fótbóltsreglunum, sum m.a. siga, at tað liðið, sum skjýtur flest mál, hevur vunnið, sigur Don, sum vísir á, at eingin skrivað regla varð brotin, tá málið kom.