Sum ein lið í royndunum at verja toskastovnin umhugsar landsstýrið at áleggja fiskiflotanum liggidagar í desember, men tað halda reiðarar vera óheppið Sum skilst ætlar fiskimálaráðið, at liggidagarnir skulu galda allan fiskiflotan og sostatt eisini skip, sum ikki eru undir fiskidagaskipanini so sum garnaskip og djúpvatnstrolarar.
Reiðarar á garnaskipum siga við Suðuroyarportalin, at ein tílík kunngerð fer at fáa stórar fíggjarligar avleiðingar fyri garnaskipini. Jóltíðir eru besta tíð til fiskaprís og fiskiskap, og tað er púra vanligt, at skipini eisini leggja seg eftir at fiska hesa tíðina, tí prísurin er so góður tá. Ætlaða kunngerðin um liggidagar broytir fullkomuliga rentabilitetin av rakstrinum hjá garnaskipunum, siga reiðarar við Suðuroyarportalin.
Reiðarar á djúpvatnstrolarum eru eisini misnøgdir við ætlanina hjá fiskimálastýrinum. Teir siga við Suðuroyarportalin, at djúpvatnstrolarar og aðrir trolarar plaga at gera ein skjótan túr millum jól og nýggjár.
Millum annað verður nevnt, at djúpvatnstrolarin Sjagaklettur gjørdi ein góðan túr millum jól og nýggjár í fjør, og at partrolararnir Stjørnan og Polarhav fiskaðu fyri 2,2 mió. krónum í døgunum millum jól og nýggjar í fjør.