Misnøgd við makrelveiði

Norsku myndugleikarnir vóru sera misnøgdir við, at íslendingar fyrr í ár ásettu sær sjálvum eina stóra makrelkvotu í íslendskum sjógvi. Íslendska avgerðin fekk millum annað norska fiskimálaráðharran, Helgu Pedersen, at mæla norsku alivinnuni frá at keypa fóður úr íslendskum makreli, og hetta endurtók hon nú um dagarnar.

Samstundis er avgjørt, at fiskimálaráðið skal hava fund við norska alarafelagið um íslendskt fiskamjøl.

Formaðurin í alarafelagnum, Ole Eirik-Lerøy, sigur við fjølmiðlarnar, at hann kennir áheitanina frá ráðharranum, men hann vil ikki siga, at felagið fer at taka hana til eftirtektar.