Misnøgd hóast framburð

Í morgin og leygardagin er tjóðartingsval í Kekkia, og tá skulu veljararnir taka støðu til, um tann sosialdemokratiski forsætisráðharrin, Jiri Paroubek, skal halda fram, ella um tann konservativi Mirek Topolanek skal loysa hann av. Sosialdemokratarnir hava stýrt Kekkia síðani 1998, men Panoubek hevur bara sitið eitt ár sum stjórnarleiðari.

Tað hevur verið bæði kalt og vátt í Kekkia í seinastuni, men tað politiska valstríðið hevur verið ógvuliga heitt. Týsdagin varð eitt valevni hjá sosialdemokratunum sligið niður á einum veljarafundi í Böhmen, og tað sama er hent tveimum valevnunum hjá kommunistunum.

Tað hevur gingið væl búskaparliga í Kekkia tey seinastu árini. Í fjør var vøksturin í búskapinum seks prosent, og fyri fyrstu ferð hevði landið avlop í handlinum við umheimin. Kortini eru nógvir kekkar misnøgdir við ta politisku leiðsluna, og tí er tað ikki óhugsandi, at landið fær eitt politiskt skifti. Veljarakanningar upp undir valið í morgin og leygardagin hava bent á, at tað fer at standa á jøvnum ímillum stjórnarsamgonguna og andsrøðuna.