Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Maud Wang Hansen
- Okkara limir hava gjørt vart við sína ónøgd við viðurskiftini, og eftir miseydnaðar semingsroyndir eru eingin avtala millum partarnar.
Tað sigur Maud Wang Hansen, forkvinna fyri Pedagogfelagið.
Talan er um ein sáttmála um samsýning til námsfrøðingar, sum vegleiða námsfrøðilesandi, tá ið tey eru undir starvslæru. Farna ár varð sáttmálin við Fíggjarmálaráðið sagdur upp, og fór endaliga úr gildi 1. mars.
- Ein námsfrøðingur fær 20 krónur um tíman fyri at vegleiða einum lesandi í starvslæru, meðan ein lærari fær 100 krónur um tíman. Ein slíkan fakligan mismun kunnu vit ikki góðtaka fyri okkara limir, sigur forkvinnan fyri Pedagogfelagið.
Hóast sáttmálin er farin úr gildið, ber framvegis til hjá námsfrøðingum at fáa løn eftir gamla sáttmálanum, skuldu tey tikið á seg ein starvsnæming. Pedogfelagið sigur seg tó vera somikið misnøgd við lønarviðurskiftini, at tey hava lýst arbeiðssteðg.
- Vit hava ført fram, at vit ynskja eina betri lønaravtalu, men lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum heldur at verandi avtala er nóg góð, um ikki ov góð. Tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur Maud Wang Hansen.