Tey flestu partrolarapørini fiska eystanfyri. Tey koma inn at landa, sum vikan gongur.
- Fiskiskapurin hjá flestu partrolarum er heldur smáligur, men onkur skip hava góðan fiskiskap.
Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum fyri vikuna, sum stundar til.
Lagt verður aftrat, at tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa og ein fiskar svartkalva, kongafisk og blálongu.
- Teir, sum fiska upsa, koma at landa í morgin, men tann triði landar seinni í vikuni.
Marknaðurin veit at siga, at tríggir djúpvatnstrolarar eru á Flemish Kap og fiska tosk. Teir frysta veiðina umborð.