Fýra ensk lið taka lut í Europa League kappingini, har fyrru 16-parts finalurnar vórðu leiktar í kvøld. Og sigast má, at liðini stóðu seg misjavnt.
Newcastle leikti á heimavølli 0-0 móti Metalist Kharkiv, meðan Tottenham í seinastu sekundunum fekk skora til 2-1 á heimavølli móti Lyon. Gareth Bale skjeyt bæði málini
Feærast gekst Chelsea, sum uttan at vísa sannførandi spæl vann 1-0 á útivølli við máli hjá Oscar, sum hevði verið á vølli minni enn 45 sekund eftir innskifting.
Liverpool var eisini á útivølli, men tapti 0-2 móti Zenit St. Petersburg.
Mest óvæntaða úrslitið var uttan iva 3-0 sigurin hjá kekkiska Victoria Plzen á útivølli móti italienska toppliðinum, Napoli, men eisini tapið á heimavølli hjá verandi Europa League meistarum, Atletico Madrid móti Rubin Kazan, 0-2, var rættiliga óvæntað.
Úrslitini vóru annars hesi:
Anzi Makhachkala-Hannover 96 3-1
Zenit St. Petersburg-Liverpool 2-0
Ajax-Steaua Bukarest 2-0
BATE Borisov- Fenerbache 0-0
Bayer Leverkusen- Benfica 0-1
Dynamo Kiev-Bordeaux 1-1
Levante-Olympiakos Piraeus 3-0
Napoli-Victoria Plzen 0-3
Sparta Prag-Chelsea 0-1
Atletico Madrid-Rubin Kazan 0-2
Basel-Dnipro D'petrovsk 2-0
Inter-CFR Cluj 2-0
Borussia Mönchen Gladbach-Lazio 3-3
Newcastle-Metalist Kharkiv 0-0
Stuttgart-Racing Genk 1-1
Tottenham-Lyon 2-1