Tann seinasta royndin hjá BP at tetta oljulekan niðri á botni í Meksikoflógvanum eydnaðist ikki, og olja rennur framvegis upp úr brunninum.
-Teknikkurin virkaði ikki, sum vit ætlaðu. Vit hava gjørt fleiri royndir, men vit hava ikki fingið tamarhald á trýstinum í brunninum, og olja kemur framvegis upp haðani, sigur Doug Suttles hjá British Petroleum við fjølmiðlarnar.
BP-forstjórin, Tony Hayward, er harmur um, at tann seinasta royndin miseydnaðist, men hann sigur,l at felagið fer at royna aðrir hættir teir næstu dagarnar. Men slíkt tekur tí, og ein talsmaður fyri oljufelagið sigur, at tann næsta royndin kann ikki gerast fyrr enn um eina viku.
Amerikonsku myndugleikarnir halda, at millum 75 og 120 milliónir litrar av olju eru komnir upp undan havbotninum, síðani tað fór at leka har tann 22. apríl.









