Misbrúkti 67 børn

Í Niðurlondum hevur ein 28 ára gamal maður av letlendskum uppruna fingið 18 ára fongsul fyri at hava misnýtt 67 børn til at gera barnapornografiskt tilfar við. Málið er tað ringasta av sínum slagi í Niðurlondum.

-Hetta er eitt skelkandi mál, og tað er neyðugt at verja samfelagið ímóti slíkum ágangi, segði dómarin, tá hann ásetti revsingina. Tann ákærdi var eftir øllum at døma ikki nøgdur við dómin, tí hann oysti vatn eftir dómaranum.

Tann 28 ára gamli maðurin arbeiddi fyrr sum hjálparmaður á einum barnastovni og ansaði børnum fyri foreldur, sum hann kom í samband við á internetinum.

Ein 39 ára gamal niðurlendingur, sum er dømdur í sama máli, fekk seks ára fongsul.