Tá tingfundurin byrjar klokkan 11 í morgun fara andstøðuflokkarnir at reisa misálit á Johan Dahl, landsstýrismann.
Tað tykist greitt, hóast andstøðuflokkarnir ikki hava tosað endaliga saman í morgun.
Klokkan 20 í gjárkvøldið kunngjørdi løgmaður, at hann framvegis hevur álit á Johan Dahl, landsstýrismanni, og at orrustan um Strandferðsluna tí ikki fær avleiðingar fyri landsstýrismannin.
Men hjá andstøðuni snýr tað seg meira um prinsipp.
– Tað er í okkara verð eingin ivi um, at lógin um ábyrgd landsstýrismanna er brotin. Tað er eisini greiða niðurstøðan hjá báðum løgfrøðingunum á Løgtingsskrivstovuni, sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins.
Hann vísir á, at landsstýrismaðurin var vitandi um longu við ársbyrjan, at játtanin var ov lítil, og at neyðugt varð annaðhvørt at biða um eykajáttan ella at seta sparingar í verk. Men tað slapp leiðslan ikki, og tí varð lógarbrotið framt, at fleiri pengar vórðu nýttir, enn játtanin segði.
– Við at reisa misálit á landsstýrismannin, so fáa at vita, um ein meiriluti á løgtingið góðtekur slíkt brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna, sigur Aksel V. Johannesen.