Nú er kanning gjørd av umsitingini av lóg um umskipan av lánum hjá fjarsfiskiflotanum. Henda kanning er langt frá tí opinleika og smidligu mannagongd, sum ynskilig vóru, tá tað ræður um leiklutin hjá løgtinginum sum eftirlitisvald.
Har liggja 99 pappír
Nú er tann ósiður komin á, at alt skal skrivast á pappír. Eftir at navnframi tingmaðurin Tórbjørn Jacobsen spurdi Jørgen Niclasen, landstðrismann, hvussu ein ávís lóg var umsitin, eru pappírsdungarnir hópaðir upp. Landstðrismálanevndin hevur biðið løgmann biðið ein kanningarstjóra spyrja Jørgen um málið, og síðani hevur kanningarstjórin tulkað bæði spurningar og svar og skrivað eina kanning, sum nærum ongin hevur lisið, sum bløðini ikki hava endurgivið, og sum kanningarstjórin ikki vil greiða frá alment, men sum verður søgd at skula føra til, at antin landstðrismaðurin ella løgmaður ella báðir skulu fara frá ? umframt at Jørgen Niclasen skal rinda einar 11 milliónir í endurgjaldi.
Hetta málið vísur saman við øðrum málum, at vit mugu skipa eftirlitisvaldið hjá løgtinginum av nðggjum. Á enskum verður tosað um ?flðggjanina frá politikki?. Heldur enn at taka støðu sjálvir, vilja tingmenn hava onkran jurist at siga, at nakað er galið.
Løgtingið átti heldur enn at goldið fyri hesar umvegis kanningar, sjálvt at havt fólk í starvi, sum burturav kannaðu, um almennir stovnar á rættan hátt fyrisita ? halda og akta ? landsins lógir. Tá teir lóg- og talkønu nørdarnir eru lidnir at granska pappírini, eiga tingmenn at kalla til fundar. Hesir fundir eiga, sum siður var í gomlum døgum, at vera almennir. Tað merkir á okkara døgum, at teir verða sendir beinleiðis í sjónvarpi, og har eiga tingmenn at spyrja landstðrismenn og fyrisitarar um hvat og hvussu. At enda eiga tingmenn at gera sínar niðurstøður. Summun kunnu teir rósa, øðrum kunnu teir ábreiðsla. Nøkur gul kort skulu gevast ? og onkuntíð okkurt reytt.
Størsti vandin við hesum málinum um umskipan av lánum hjá fjarfiskiflotanum er, at tingmenn fara at halda seg aftur við at kanna fyrisitingina í framtíðini, tí er nakað sum helst at fílast á, so krevja fjølmiðlarnir og ávísir viðmerkjarar, at ?landstðrismaðurin skal fara frá ? í gjár heldur enn í dag?.
Studningslán og skipamál
Lat okkum heldur fara nøkur ár aftur í tíðina, tá málið byrjar. Ein vetrardag í 1997 hevur vinnunevndin hjá løgtinginum fund. Á skránni er lógaruppskot, sum John Petersen hevur lagt fram um at umleggja skuldina hjá fjarsfiskiflotanum, teimum skipum, ið fiska langt burturi frá føroyskum sjóøki. Vit nærkast nú endanum av teirri tíðini, tá landið veitti fiskivinnuni studning og lán í stórum. Men støðan er tann, at landið longu hevur lænt fjarskipaflotanum stórar upphæddir, sum flotin ikki orkar at gjalda aftur. Saman við skuld til lánistovnar er talan um ein alt ov tunga skuldarbyrðu til at skipini kunnu halda fram.
Afturat fløkjuni av gomlum lánum og studningsskipanum kemur spurningurin um føroysk rættindi á fjarleiðum. Onkur skilamaður hevur sammet rættindini hjá føroyingum á fjarleiðum við at eiga nakrar gyllin uttanbíggja. Um vit ikki røkja hesi rættindi, missa vit tey. Fiska føroysk skip ikki alsamt við Svalbard og aðrar fjarðar strendur, fara søgulig rættindi fyri bakka.
Løgtingsmenn vita, at tað ber til at fáa ein part av almennu pengunum aftur við at lata hesi skip fara á heysin og verða seld á útlendskar hendur. Men henda vetrardag taka tingmenn undir við, at betri er at lata nakrar almennar milliónir fara aftur við borðinum, um tað eydnast at varveita hesi góðu nðmótans skip og tey føroysku rættindini á fjarleiðum.
Meirilutin, heruppií Jørgen Niclasen og Bjørn á Heygum tekur undir, men mælur tó til nakrar broytingar í lógini. Henrik Old mælir eisini til nakrar broytingar, og átalar, at tað ikki hevur borið til at bjarga einum øðrum skipi. Heini O. Heinesen mælir frá at samtykkja lógina, og kallar lógina ein blankokekk, ið ikki hjálpir rækjuflotanum framyvir.
Limirnir í vinnunevndini gera nakrar broytingar í uppskotinum, millum annað vilja teir tryggja, at landskassin fær nakað av sínum lánum aftur, um tað vísir seg, at skipini orka at gjalda nakað uppá tey almennu lánini. Men eftir stendur ein lóg, ið hevur til endamáls at skriva niður almenn lán til tess at varveita fjarskipaflotan. Treytirnar eru millum annað, at landið fær veð fyri sínum umløgdu lánum, og at aðrir eisini skriva síni lán niður, ella at egnpeningurin økist. Harumframt skal ein nevnd við trimum limum veita ráð, tá lán skulu umleggjast.
Tá nú málini koma fyri, vísa seg fleiri ivamál. Millum annað er spurningurin, hvat nú við nðíløgum, klassingum (umvælingum, sum sðnið krevur), ella øðrum umvælingum, sum antin er neyðugar fyri at skipið kann sleppa til fiskiskap aftur, ella sum økja um virðið á skipinum og økja ta upphædd, sum skipið klárar at forrenta ? kann landstðrið í veðrætti víkja fyri teimum. Hetta er spurningar, sum lógin ikki gevur svar uppá. Tann, ið skal fyrisita eina slíka lóg skal viða uppímóti hvørjum øðrum atlitini til endamálið við lógini ? at bjarga fjarfiskiflotanum ? og treytirnar í lógini ? at landið fær veð í skipunum og part í tí, sum skipini klára at gjalda.
Kanning og kritikkur
Turið Debes Hentze hevur sum kanningarstjóri gjørt kanningina. Kanningin byggir á 8 skrivligar spurningar frá løgtingsformanninum. Spurningarnir snúgva seg um tær ymsu treytirnar fyri umleggingunum, serliga um veðstøðu, ummæli frá 3-mannanevndini, líkaregluna og kravið um øktan eginpening. At enda spyr løgtingsformaðurin um grund er at halda, at ?ávísur landsstðrismaður? hevur skúgvað til viks tær skyldur, sum liggja á honum.
Kanningin er góðar 70 síður til longdar, men hevur onga samanumtøku, onga samlaða niðurstøðu, onki sum lyftir hetta málið upp á nakað hægri stig ella setur tað í politiskt ella fyrisitingarligt perspektiv. Kanningin er ring og keðilig at lesa og manglar bæði greið tilmæli um, hvat tingið skal gera, og greið tilmæli um, hvat og hvussu fyrisitingin skal gera betri í framtíðini. Kanningarstjórin leggur øgiligan dent á bert at svara tí, ið spurt verður, heldur enn at lðsa málið til fulnar, so allir meinigir føroyingar kunnu skilja tað.
Serliga ørkymlandi er, at Turið Debes Hentze ikki nevnir nøvn. Jørgen Niclasen verður als ikki nevndur í kanningini. Fiskimálastðrið (nú: ráðið) verður nevnt ?landsstðrið?, so lesarin fleiri ferðir ivast í, um hesi skipamál eru viðgjørd á landstðrisfundi, og hvørki 3-mannanevndin, reiðarar ella eigarar verða nevndir við navni.
Turið Debes Hentze svarar uppá flestu spurningarnar, at alt er í lagi, ella at fyrisitingin í mesta lagi er ?óheppin?. Har, sum kritikkurin er harðastur er um nevndu spurningar um at víkja fyri nðíløgum og umvælingum í málinum um skipið Høgafoss. Turið fær tað burtur úr viðmerkingunum til lógina, at landið undir ongum umstøðum má fáa verri veðstøðu enn áðrenn, og at tað annars er skeivt atborðið, tá fiskimálastðrið víkur fyri 7 milliónum av nðggjum láni til slíkar íløgur og umvælingar, sum reiðaríið og fiskimálastðrið halda vera neyðugar.
Her haldi eg, at Turið leggur ov stóran dent á treytirnar og mannagongdirnar í lógini og ov lítlan dent á endamálið við lógini. Endamálið var, at landið skuldi seta pengar og virðir til í royndini at bjarga nøkrum fiskiskipum. Í øllum førum er talan um metingar, sum byggja á óvissu um oljuprís og rækjuprís og mangt annað. Fiskimálstðrið heldur uppá, at stðrið metti hesa víking vera neyðuga, og vera innanfyri tað, sum skipið kláraði. Turið Debes Hentze hevur ikki ómakað sær at kanna, um metingin hjá stðrinum vísti seg at vera røtt eftirfylgjandi (mær vitandi siglir skipið enn), ella um íløgurnar veruliga vóru gjørdar ella vóru neyðugar. Ikki at rokna fíggjarorkuna av nðggjum og seta tað á eitt pappír, var ein formfeilur, men kanningin avdúkar ikki, at fiskimálastðrið sjálvt metti, at skipið ikki fór at klára øktu skuldina ella at virðið á skipinum ikki hækkaði.
Spurningurin um at víkja í veðstøðu fyri íløgum og umvælingum er ein tulkingarspurningur, sum ikki undir nøkrum umstøðum kann hugsast at føra við sær revsing ella endurgjaldsskyldu. Hvussu trupul hesin spurningur er, sæst best av, at 3-mannanevndin við serfrøðingum tann 24. apríl 1998 sigur tað als ikki vera heimild at víkja, meðan sama nevndin 20. august 1999 viðmælir at landið víkur.
Hálvkvøðin vísa
Tað allar mest óhepna við frágreiðingini er ein hálvkvøðin vísa um ósakliga framferð viðvíkjandi Høgafossi úr Sandavági. ?Trðstið á landstðrið var stórt, framgongur í hesum máli, sum gjørdist sera drúgt... Nógv brævaskifti hevur verið, herundir eisini brøv, stílað beinleiðis til ovastu leiðsluna í Fiskimálaráðnum og til landstðrismannin sjálvan.?
Hetta er at rógva uppundir, at bæði privatir persónar, sum ikki sleppa til orðanna at verja seg, fyrisitarar á fiskimálaráðnum og Jørgen Niclasen hava tikið ósaklig atlit ella gjørt annað ólógligt. Kanningin gevur ongar ábendingar um, at so er. Ikki minst tí Turið Debes Hentze ikki endurgevur hetta samskiftið, ikki nevnir nøvn, ikki letur landstðrismannin gera sínar viðmerkingar til hetta, og ikki kannar um umleggingin førdi við sær at privatir fingu ágóða, sum teir ikki áttu at fáa.
Hvat eigur tingið at gera?
Løgtingið kann nú velja tvær leiðir, ta rættarligur ella ta politisku. Sum er, haldi eg ikki, at tað er grundarlag fyri nøkrum sakarmálið móti Jørgen Niclasen. Tað er ikki rímiligt at revsa tann, sum hevur skrivað undir blankokekkin, tá tað var løgtignið sum játtaði kekkin.
Eftir stendur tí tann politiska leiðin. Tað er púra frítt hjá tinginum at koyra Jørgen Niclasen frá. Tað er eisini púra frítt hjá Jørgeni sjálvum at fara fyri at skapa politiskan frið ? hann kann so koma inn aftur á vøllin seinni. Men eisini politiskar avleiðingar eiga at byggja á haldgott grundarlag.
Serliga eiga teir, sum hava reist málið ? ikki minst Tórbjørn Jacobsen og Heini O. Heinesen ? greitt at siga, hvat teir sjálvir halda um málið, er tað nóg væl upplðst, halda teir, at nakar fekk ólógligan vinning av málinum? ? og um teir vilja geva gult ella reytt kort.
Men í øllum førum eigur tingið at gevast við hesum slagnum av kanningum og venda aftur til tað, sum er føroysk mentan og siðvenja, og opið og alment spyrja Jørgen Niclasen um hesi viðurskifti og síðani gera sína egnu niðurstøðu, heldur enn at blaka hetta yvir á onkran hissini lógkønan.