Miranda komin úr skápinum

Er mann kendur og lesbiskur er ikki altíð líka lætt at fara úr skápinum. Tað kann Cynthia Nixon, ið spælir Miranda í Sex and the City, vátta. Hon er nevniliga lesbisk.

Í 2004 skifti Cynthia Nixon mannin út, hon hevði verið saman við í 15 ár, við einari kvinnu. Hon visti ikki rættiliga, hvussu hon skuldi fara fram. Tí fekk hon sær ein pr-samstarvsfólk. Hann segði henni, at hon skuldi nokta, at hon var lesbisk, um slaturbløðini spurdu hana.

- Hann segði, at hetta er mítt privatlív, og tað rakar ongan annan, sigur Cynthia við The Advocate, ið er eitt blað til samkynd.

At hon noktaði sítt kynslív, gjørdi bara slaturin verri. Tá hon seinni koyrdi pr-samstarvsfólkið til hús, setti hon ein nýggjan, og hon segði, at hon bara skuldi viðganga, at hon var lesbisk. Hetta var ein lætti, heldur Cynthia, ið nú alment hevur viðgingið sín seksualitet.