Minusborgarar og plusborgarar

   

Soleiðis vórðu føroyingar flokkaðir í framsøgurøðuni hjá Óla Brekmann undir fyrstu viðgerð av skattauppskotinum hjá Karsteni Hansen. Óli greiddi frá, at inntøkurnar hjá landi og kommunum eru vaksnar, so hvørt sum minusborgarar eru blivnir plusborgarar, so hvørt sum arbeiðsloysið er minkað og fólk, sum hava fingið ALS ella aðra veiting, eru farin út at skaffa sær sjálvum og samfelagnum nýggjar inntøkur. Hetta er greið tala. øll, sum fáa úr ALS ella aðra veiting eru minusborgarar! Eru minni verd enn framsøgumaðurin.

Minnusborgarin er solidariskur við Óla
Nú er tað ikki nakað nýtt, at høgra-ekstremistar hugsa so. Men at slíkt verður varpað út frá tingsins røðarapalli avdúkar, hvussu spýggjuligar allar solidariskar skipanir munnu falla Óla. Skipanir, sum hesir somu minusborgarar hava goldið saman við plusborgaranum og fíggjarnevndarformanninum Óla Brekmann, soleiðis at eisini hann og hansara hava ein botn undir sÊr, skuldi hóttafall komið á. Tó vóni eg ikki tað.
Kann vera at slík tala er innanhýsis »jargon« í tí mest borgarliga leirinum í fíggjarnevndini, tá tøl verða vigað aftur og fram, og gjørt verður upp, hvør hevur uppiborið hvat. Tað skuldi ikki undrað meg.
Ein umbering hevði verið hóskilig.