Hon greiddi frá, at tey tørnaðu inn um miðnáttina, og hon raknar ikki við, fyrr enn unga gentan vakir hana os sigur, at onkur roynir at kvala hana.
Hon fær vakt mann sín, men verður so burtur, tí ákærdi maðurin legði á hana.
Hon segði seg vera burtur eina løtu, men raknaði við aftur, meðan maður hennara tosar í telefon við politiið.
Tað gekk tó ikki leingi, til hon aftur bleiv burtur. Hon sigur seg ikki minnast serliga nógv frá tí, sum fór fram. Hon minnist tó, at ákærdi maðurin legði seg oman yvir seg.
Hon minnist eisini, at unga gentan legði seg á koddan aftan fyri høvdið á sær. Hon segði seg hinvegin ikki varnast at verða stungin, fyrr enn hon ætlaði sær úr seingini.
Hon var við í einari endurskapan av hendingini, sum politiið tók upp á video, og hon gekk heilt niður í smálutir