Minstuløn til lesandi fiskimenn

? men teir skulu hava havt fastan bústað í Føroyum í minst fýra ár, áðrenn teir kunnu koma undir hesa lóg, sum Henrik Old hevur skotið upp

»Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning« nevnist uppskotið sum Henrik Old legði fram týsdagin, og er ætlanin við uppskotinum í høvuðsheitum at veita fiskimonnum, sum fara undir lesna ella læru uttanlands, inntøkutrygd, landsstýrismaðurin fær heimild til við kunngerð at áseta nærri reglur um heitini ?lesna?, ?læru? og ?útbúgving innan fiskivinnuøkið?, og um próvførslur o.a. í hesum sambandi.

Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Henrik Old, at ætlanin við hesum uppskoti er at tryggja, at føroyskir fiskimenn, sum fara undir læru ella lesna uttanlands innan fiskivinnuøkið, fáa minstuløn og dagstudning, tá hesir í stuttum tíðarskeiðum eru heima, t. d. í summarfrítíðini, og avloysa við føroyskum fiskiskipum.