Í minsta lagið 58 flóttafólk eru druknað i Atlantshavinum uttan fyri strondina í Mauritania í vestara parti av Afrika, upplýsir ST í Genève.
Altjóða Stovnurin fyri Migratión, IOM, sum er ein ST-stovnur, sigur, at tað eydnaðist 83 fólkum at svimja til lands.
Fólk, ið komu undan, siga, at í minsta lagi 150 fólk vóru umborð á vanlukkubátinum – teirra millum eisini kvinnur og børn.
Báturin legði frá landi í Gambia 27. november.
Teir flóttar, sum bjargaðu sær í landi, fingu hjálp í Nouadhibou, sum er næststørsti býur í Mauritania.
– Myndugleikarnir megnaðu væl at samskipa bjargingararbeiði í samstarvið við neyðhjálparbólkar í Nouadhibou, sigur Laura Lungarotti, sum er stjóri hjá IOM í vesturafrikanska landinum.
– Tey særdu eru á sjúkrahúsi í Nouadhibou, sigur IOM.
Vandamikla siglingarleiðin úr Vesturafrika til Evropa var nógv nýtt farleið fyri flóttafólk, sumvildu til Evropa fyri at royna at finna arbeiði og frægari kor.
Vanlukkan í gjár er ein tann ringasta, síðani Spania miðskeðis í 00'unum økti eftirlitið á leiðini.
Sjálvt um nakrir av skjótast vaksandi búskapunum í Afrika eru í Vesturafrika, so stríðast vesturafrikansku londini framvegis við at skapa arbeiði til nógv av teimum ungu í londunum.
Tí eru tað framvegis mong, sum fara ta vandamiklu leið til Evropa.
Men talið av flóttum, sum fara um Miðalhavið fyri at røkka Evropa, er fallið nógv í ár samanborið við í fjør.
Tað vísti ein uppgerð frá IOM síðst í november sambært tíðindastovuni dpa.
Frá januar til 24. november 2019 vóru 23.000 flóttar kom til sponsku strondina. Tað er bara helmingurin av talinum sama tíðarskeið í fjør.
Sambært IOM er hetta serliga av samstarvinum við myndugleikanar í Marokko.
/ritzau/AFP