Minst silvur er í væntu í Grønlandi

Tað føroyska badmintonlandsliðið hevur megnað at spæla seg til semifinaluna eftir at hava vunnið móti Isle of Man og Gibraltar.

BADMINTON

Niels Petersen

niels@sosialurin.fo


Tað bleiv ein góður byrjunardagur hjá føroyska landsliðnum á Islands Badminton Event 2007 í Grønlandi. Við 3-2 sigri móti Isle of Man, kundu føroyingarnir skúgva til viks tað pressið, ið tey sjálvboðið høvdu lagt á seg sjálvi áðrenn kappingina.

- Áðrenn høvdu vit eina hóming av, at Isle of Man var tað sterkasta liðið í bólkinum, og rætt var. Vit blivu pressaði út í ein síðsta og avgerandi dyst, fortelur føroyski landsliðsvenjarin Tobias Effersøe. Hann heldur á fram og fortelur at tá støðan var 2-2, skuldi Sigrun Smith og Aksel Poulsen spæla mix-double, fyri at avgera dystin til okkara fyrimun. Sjálvt um byrjanin var heldur trilvandi, vunnu vit tó ein tryggan sigur, við siffrunum 21-13 og 21-14.


Tættir dystir

Landsdysturin beyð annars uppá tveir tættir dystir. Tann eini fall í okkara lut, men hin seinni var til fyrimuns fyri mótstøðumennirnar av Isle of Man.

Harra-double parið, ið var mannað av Aksel Poulsen og Flóvin Mikkelsen vunnu í einum heldur rótutum dysti, við siffrunum 21-15, 18-21 og 21-19, meðan vit tíverri taptu damu-singluna við Guri Poulsen, somuleiðis í trimum tøttum settum við siffrunum 18-21, 21-18 og 17-21.


Lættari dystur

Gibraltar voldu okkum ikki somu trupuleikar, sum Isle of Man gjørdi. Vit vunnu allir fimm dystirnar móti Gibraltar, og uttan at geva eitt einasta sett í nøkrum av dystunum. Liðið var mannað við somu leikarunum, men at síggja til var tað sum hamskift. Var fyrsti dysturin merktur av spenningi og ivasemi, var seinni dysturin sera róligur og frígjørdur. Spælararnir vórðu djarvari og tordu at spæla sítt egna spæl.


Hálvfinalan

Í hálvfinaluni bíða Gotland, sum í hinum bólkinum í kappingini, vann móti Falklandsoyggjunum, men taptu móti favorittunum úr Grønlandi. Hálvfinalan verður væntandi ein tættur dystur. Tey vænta úr føroyska ferðalagnum, at tað fellur til okkara fyrimun. Og tað hóast okkara besti harra-single spælari, Niclas Eysturoy, situr fastur í Íslandi vegna trupuleikar við flogfarinum.


Fastur í Íslandi

Niclas hevur verið á venjingarlegu, í Bulgaria, dagarnir frammanundan Grønlandsferðini, og skuldi væntandi bert missa tann eina dagin í Grønlandi, men soleiðis skuldi ikki vera. Hendan legan, talan var um, er liður í úttøku til Olympisku Leikirnir í 20012.

Hvussu er og ikki, so hava føroysku badminton íðkararnir víst ein góðan profil á hesum leikunum, og megna tey at koma framvið Gotlandi í hálvfinaluni, so er finalupláss triggjað, ið eftir øllum at døma fer at vera móti vertunum úr Grønlandi.