Minst seks limir í Shepherd handtiknir á Sandi

Løgreglan sigur, at handtøkan var ódramatisk

 

Løgreglan hevur í kvøld handtikið fleiri limir í Sea Shepherd á Sandi.

Grindadráp er á Sandi í kvøld og har hava limir í Sea Shepherd roynt at leggja uppí í eini roynd at steðga drápinum.

 

- Vit hava handtikið seks limir í Sea Sheperd, sigur Peter Thaysen. sjefpolitiinspektørur við in.fo.

Men harumframt hevur løgreglan er eisini farin umborð á minst ein av teimum skjóttgangandi bátunum hjá felagsskapinum og hevur lagt hald á hann.

 

Peter Thaysen hevur nógvar træðrir at halda skil á í løtuni, men so vítt hann er kunnagur, eru tey trý fólkini, sum vóru við bátinum, eisini handtikin.

 

Hann sigur, at hantøkan var ódramatisk og tey handtiknu eru akkurát nú førd til Havnar við tyrlu, har tey verða sett í varðhald.

 

Løgreglan sigur, at í nátt ella í morgin verður so støða tikin til um tey skulu vísast av landinum ella ikki.

 

Peter Thaysen sigur, at so skjótt boðað var frá grind, fór løgreglan á Sand við tyrlu og við eru eisini fólk frá donskum serdeildum við skjóttgangandi báti.

 

Tilbúgvingin hjá løgregluni hevur riggað til fulnar, sigur Peter Thaysen. Hann sigur tað gekk akkurát soleiðis sum løgreglan hevði fyrireikað.

 

Sí fleiri aðrar greinar aðrastaðni her á in.fo um grindina á Sandi.