Minst 226 deyð í jarðskjálvta í Meksiko

Millum tey deyðu í ógvusligum jarðskjálvta í Meksiko eru 20 børn, sum eru funnin í samanfalnum skúla

Boðað er frá, at í minsta lagi 226 fólk eru deyð, eftir at ein harður jarðskjálvti í gjárkvøldið rakti Meksiko.

 

Tað upplýsir leiðarin hjá meksikansku tilbúgvingini, Luis Felipe Puente, á Twitter í morgun.

 

Í høvuðsstaðum Mexico City eru 117 deyð. Og í landslutinum Morelos, sum liggur sunnan fyri høvuðsstaðin, eru 55 deyð.

 

Millum tey deyðu eru 20 børn og tvey vaksin, sum eru funnin í einum skúla í Mexico City.

 

Tað upplýsir forsetin í Meksiko, Enrique Peña Nieto, sambært blaðnum El Universal.

 

Harumfram eru 30 børn saknað og átta vaksin, skilst á heimasíðuni hjá blaðnum.

 

Nógvir bygningar eru lagdir í oyði og samanfalnir í tættfólkaða høvuðsstaðnum, Mexico City.

 

Borgarstjórin í býnum, Miguel Angel Mancera, upplýsir, at minst 44 bygningar í stórbýnum er lagdir í oyði í jarðskjálvtanum.

 

Millum samanfalnu bygningarnar eru fleiri íbúðarbygningar, ein skúli, ein verksmiðja og ein matvøruhandil.

 

Fleiri hundrað sjálvboðin og bjargingarfólk stríðast við at finna fólk í leivdunum.

 

– Kona mín er har. Eg havi ikki fingið fatur á henni. Hon svarar ikki, og nú siga tey, at vit skulu sløkkja fartelefoninrnar vegna vandan fyri gassspreinging, sigur 33 ára gamli Juan jesus Garcia í Mexico City.

 

Fleiri túsund ræðslusligin fólk runnu út á gøturnar, tá jarðskjálvtin, sum máldi 7,1, rakti økið.

 

Tað er annar sterki jarðskjálvtin, sum rakar Meksiko hendan mánaðin.

 

7. september doyðu 98 fólk í jarðskjálvta í syðra partinum av landinum.

 

/ritzau/Reuters