Uttanríkisráðið í USA váttar, at í minsta lagi 22 amerikanskir ríkisborgarar eru deyðir av álopunum hjá Hamas í Ísrael.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Hamas leyp á Ísrael leygarmorgunin. Bæði við rakettálopum og við at krígsfólk úr rørsluni brutu sær veg gjøgnum marknastikið millum Gaza og Ísrael og lupu á fleiri ísraelskar býir, kibbutzir og ein festival.
Hamas hevur tikið í minsta lagi 100 fólk sum gíslar.
Fólk úr fleiri londum eru millum tey deyðu og saknaðu. Listin yvir deyð og sakan eru – umframt amerikanarar – millum annað fólk úr Tailandi, Nepal, Frankaríki, Argentina, Bretlandi og Týsklandi.
/ritzau/











