Burmesisku myndugleikarnir vátta nú, at melduródnin, sum herjaði landið um vikuskiftið, hevur kravt minst 15.000 mannalív Nyan Win, uttanríkisráðharri, sigur við kinesisku tíðindastovuna Xinhua, at melduródnin Nargis hevur kravt minst 15.000 mannalív, og at harumframt eru umleið 30.000 onnur ikki komin afturíaftur.
Ráðharrin sigur, at bara í býnum Bogalay við Irrawaddy-ánna miðskeiðis í landinum hava 10.000 fólk latið lív.
ST-umboðsstovan í grannalandinum Teilandi sigur, at fólk í tíggjutúsundatali mistu hús og heim í ódnarveðrinum.