Sera stórur áhugi er fyri rennikappingini sum verður í Klaksvík leygardagin, tá fyrsta Hálv Marathon her er á skránni.
- Hetta er eitt nógv størri tal, enn vit høvdu væntað, sigur ein av fyrireikarunum, Guttorm Sørensen.
Tað er felagið Treysti í Klaksvík sum skipar fyri. Higartil eru 132 fólk tilmeldað, men freistin at tekna seg er úti í kvøld. Tí er ikki óhugsandi at tey verða enn fleiri sum fara at leggja til brots seinnapartin leygardagin.
Higartil eru tað bert føroyingar sum hava meldað seg til at renna hesar góðu 21 kilometrarnar kring vánna í Klaksvík.
Tilmelding kann fara fram á www.renn.fo
(savnsmynd)