Minnisvarðin avdúkaður í Norðdepli

Livar Nysted eigur hugskotið og hevur staðið fyri arbeiðnum, og Jóan Petur Lydersen hevur gjørt bátin

Livar Nysted í Hvannasundi, sum er limur í bygdarráðnum, eigur hugskotið til minnisvarðan, og tað er hann, sum vegna Hvannasunds kommunu hevur staðið fyri atbeiðnum at gera økið klárt. Jóan Petur Lydersen úr Hvannasundi hevur gjørt bátin, og Magnus Arge í Klaksvík hevur havt arbeiðið við plátunum, har nøvini eru innritað í, um hendi.

Modellið av  bátinum stendur á stórum steini. Livar Nysted greiðir soleiðis frá um steinin:

-Hann hevur altíð verið her. Tá ið tað varð farið undir fyrireikingarnar til minnisvarðan, og tað var avrátt, at hann skuldi vera á hesum staðnum norðanfyri gamla skúlan í Norðdepli, sá eg, at tað bar til at brúka steinin sum part av minnisvarðanum, og so reistu vit hann upp, segði Livar Nysted í Norðdepli í dag.

Økið frammanfyri minnissteinin við bátinum á er steinsett við malagróti.

Farið varð undir arbeiðið um miðjan september í ár, og í dag varð minnisvarðin avdúkaður. Her eru tað Livar Nysted og Jóan Petur Lydersen, sum síggjast hvør sínu megin.