Minnist tú enn í sjónvarpinum í kvøld

Frálíku sendingarnar hjá Suna Merkisstein og Hans Petur Hansen um føroyska tónleikasøgu halda fram í sjónvarpinum í kvøld 2. jólakvøld. Hesaferð við m.a. Frændum og Hanusi G.

 

Frálíku sendingarnar hjá Suna Merkisstein og Hans Petur Hansen um føroyska tónleikasøgu halda fram í sjónvarpinum í kvøld 2. jólakvøld.

Føroyar eru miðskeiðis í 80-árunum ein sjóðpottur av yðjandi lívi. Vit fáa Jazz-, fólka-, og blues festivalin, Ólavsøkukonsertina og fyrsta sangleikin.

Í mentanarradikala umhvørvinum í Føroyum birtist nýggjur tónleikabólkur, Frændur, ið brátt vinnur fólksins tokka við sínum fólkapoppi og føroysku tekstum. Tær tríggjar útgávurnar hjá Frændum í 80-unum varpa skærar litir á føroyska huglagið tey árini. N

ógvur nýggjur føroyskur tónleikur kemur í ljósmála. Georg Eystan Á er millum teir útgávuvirknastu. LP-plátan "Intro" frá 1988 man vera høvuðsverk hansara.

Martin Joensen hevur millum pláturnar hjá Vestmonnum eisini avlopsorku til at lata frá sær fyrstu eginútgávuna í 1985. Á henni finna vit perluna "Morgun".

Ein annar varði hesi árini er plátan "Les Iles Féroé" frá 1987. Hon hevur rættan altjóða ljóm og líkist ikki øðrum føroyskum útgávum. Óli Poulsen og Jákup Marnar Anthoniussen eru høvuðsmenninir á plátuni, sum áhugi eisini er fyri í Danmark.

Í1988 kemur hon endiliga - plátan "Gaman og álvara" hjá Hanus G. Johansen við løgum, ið hann hevur smíðað til yrkingar hjá Pól F, og sum hann í nøkur ár hevði hugtikið føroyingar við á konsertum.

Suni Merkistein og Hans Petur Hansen taka okkum stutt sagt gjøgnum nøkur av høvuðsverkunum í føroyskum tónleiki í hesari sendingini, ið verður víst í kvøld kl. 20.00.