Minnisríkur dystur: Venjarin stóð í mál á Svangaskarði

Champions League: Venjari hjá Ferencvaros er Stanisláv Tjertjesov, ið vardi málið hjá Russlandi ímóti Føroуum í báðum undankappingardуstunum til EM 1996

Mynd: (Ferencváros) Stanisláv Tjertjesov, venjari

Venjari hjá Ferencvaros er Stanisláv Tjertjesov, ið vardi málið hjá Russlandi ímóti Føroуum í báðum undankappingardуstunum til EM 1996 og sum annars førdi Russland til fjórðingsfinaluna í HM-2018.

 

Tað er ikki hvør sum helst, ið er venjari hjá Ferencvaros, ið skal spæla móti KÍ í annaðkvøld. Talan er um fyrrverandi russiska landsliðsvenjaran, Stanisláv Tjertjesov. Hann stóð á odda fyri Russlandi frá 2016 til 2021. Sostatt var hann landsliðsvenjari, tá Russlandi var vertstjóð fyri HM í 2018.

 

Stanisláv Tjertjesov er eisini fyrrverandi landsliðmálverji hjá Russlandi. Hann spældi nakrar landsdystir fyri gamla Sovjet og spældi 39 landsdystir fyri Russland frá 1992 til 2000. Tveir av teimum dystunum vóru móti Føroyum.

 

Tann fyrri var í Moskva í mei mánaði í 1995. Russland vann 3-0, eftir at tað var málleyst í ein tíma. Seinni dysturin er ein minnisríkur dystur í føroyskari fótbóltssøgu. Tað var seinni sama ár, at Russland vann 5-2 á Svangarskarði.

 

Sermerkt við dystinum var, at Føroyar komu á odda 2-1 í seinna hálvleiki. Henning Jarnskor javnaði í fyrra hálvleiki til 1-1. Tá seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal legði Todi Jónsson Føroyar á odda 2-1. Í fimm minuttir høvdu Føroyar russisku bjørnina á knøunum, men tað vendi skjótt og Stanisláv Tjertjesov og hansara menn vunnu 5-2.

 

##med2##

 

##med3##

 

Í annað kvøld skal hann saman við Ferencvaros royna at knúgva KÍ í 1. undanumfarinum í Champions League. Fyrri dysturin verður í Klaksvík í annaðkvøld klokkan 19.45.

 

##med4##

 

Mynd: (Ferencváros) Stanisláv Tjertjesov, venjari

Mynd: (Ivan Eginsson Eysturland) Hesir báðir vardu málini á Svangaskarði í 1995