Tað er við sorgblídni, eg hugleiði um Tór, sum eg havi kent frá teimum sorgleysu dreingjaárunum á Selatrað. Frá strævna lívinum á skipsdekki sum tannáringur og síðan alt lívið. Tórur bleiv ikki gamal maður bert 65 ár, men hann hevði tó eitt langt arbeiðslív.
Tórur fór til gravar úr Vesturkirkjuni. Nógv fólk vóru komin til jarðarferðina at vísa Tóri tann seinasta heiður. Byrjað varð við at syngja sálmin, Eg sigla man yvir lívsins hav, meg ber hin skiftandi bylgja. Havi hoyrt henda sálm manga ferðir, men ongantíð so sigandi sum í hesi løtu, nú hann varð sungin yvir Tóri.
Meðan bispur helt gravartaluna og hugleiddi um Tóra’sa lív sum skilamann, skipara og fiskiklógv, fóru tankar mínir longur aftur. Aftur til ungdómsárini.
Tórur sleit sínar barnaskógvar úti á Heyggi á Selatrað. Sum drongur var hann við í leiki og fyrifallandi heimaarbeiði, sum hoyrdi til eitt húski í hálvtrýssunum. Hann vísti, at hann var arbeiðssamur, røkin, dugnaligur, fáorðaður drongur, sum dugdi væl at leggja bæði spæl og arbeiði til rættis.
Tórur byrjaði sítt lívsyrki á sjónum sum fjúrtan ára gamal. Áðrenn fyrsta árið var runnið, var Tórur útfyri skakandi hendingum. Fyrsta summarið á sildaveiðu norðan fyri Føroyar kom eldur í skipið, sum hann var við. Manningin varð noydd at fara av skipinum, sum ikki stóð til at bjarga. Eftir hesa hending fór Tórur um heystið til Grønlands við línuskipi. Hesin túrur bleiv nakað drúgvur, tað dró út til fyrstu vetrardagar, har kuldin setti síni spor. Seint í novembur út fyri Streymfjørðinum í landnyrðingsvindi fall temperatururin niður í fleiri tjúgu kuldastig. Lastin var tá um at vera full av saltfiski, og við meiri og meiri yvirísing hevði skipið tungt við at halda seg flótandi. Tí varð siglt frá línuni, og skipið tikið undan vindinum. So skjótt sum dekkið varð turt, fór øll manningin at høgga ís fyri at lætta um skipið. Tórur rundaði tá síni fimtan ár. Fyrsta árið í eina hálva øld í sigling var byrjað.
Tórur var ærukærur, í øllum arbeiði vildi hann verða millum teir bestu og skjótastu. Um tað var í einum egningarskúri, við eini trolnál í hond ella í tí minni dámda sjálvdrátti, har hann kappaðist við teir bestu. Tá ið Tórur sjálvur fór at føra fiskiskip, bleiv navnið kent millum føroyingar sum ein av okkara frægu fiskiskiparum.
Tórur var enn tannáringur, tá ið vit skiltust sum skipsfelagar. Hesa tíð, undir Føroyum, New Foundland, Grønlandi, Norðsjónum og Eystrasalti, fekk eg stóra virðing fyri honum sum menniskja. Tórur vísti dygdir, sum skaraðu fram úr tí vanliga á skipsdekki. Hann gloymdi ongantíð, hvat hann hevði lært heimanífrá. Tí tosaði hann ongantíð niðursetandi um nakran. Hann var reinur fyri illbønum. Barnatrúgvin varð ikki vikin frá, og hann var ikki sjálvsøkin.
Tað var altíð áhugavert at hitta Tór. Hansara framúr góða innlit í samfelagsviðurskifti, blandað við góðum minnum, lyfti samtalurnar upp á eitt hægri støði. Tá ið vit skiltust, var kenslan, sum sat eftir, góð. Løtan við Tóri var altíð gevandi.
Bispur endaði sína talu í kirkjuni við, at Tórur til tíðir lá í tungari aldu. Tá ið aldan er tung, so er ódn onkustaðni, har eygað ikki sær. Tórur var av náttúru bæði sum ungur og eldri sinniligur, tryggur og javnsintur. Hann vildi og skuldi klára allar uppgávur sjálvur, og tað gjørdi hann eisini til lítar. Men at stýra burtur úr tungari aldu, var ikki altíð lætt.
Úti í kirkjugarðinum hendan kalda vetrardag var tað, sum um náttúran hvíldi, nú Tórur fór til gravar. Tað var logn og klárur himmal. Og tá ið kistan varð lorað niður í grøvina, hoyrdi eg aftur síðsta versið frá sálminum, sum sungin varð í kirkjuni. Lat akker falla! eg náddi havn, farvæl, tú ótrygga bylgja! Og tá ið bispur kastaði jørð, var tað sum um, at akkerið festi botn. Stilla havnin funnin og tunga aldan burtur.
Eg drýpi høvur við størstu virðing fyri mínum vini og skipsfelaga. Mín samkensla fer til børn hansara og tey nærmastu.
----
Páll B. Weihe