Minnir vágbingar á at kóka vatnið

Vágs kommuna minnir í dag vágbingar á at kóka vatnið áðrenn tað verður drukkið. Samstundis verður upplýst, at kommunan væntar at fáa alt í rættlag ein av komandi døgunum.


- Seinastu deilirnar til reinsiverkið koma í dag (13. juli) og verða skiftir á reinsiverkinum í morgin (14. juli). Týsdagin 19. juli verður vatnroynd tikin, og svar fæst á hesar royndir mánadagin 25. juli, skrivar kommunan á síni heimasíðu og leggur afturat.


- Tá verður eisini greitt, um drekkivatnið tá lýkur ásettu krøv, og um drekkivatnið tá kann drekkast uttan at verða kókað fyrst.