Minnini eru ikki góð

Slitnir Suðringar skulu reisa seg ímóti úthvíldum klaksvíkingum

Í gjárkvøldið fór KÍ ferðalagið um Suðuroyarfjørð. Nú fyrireikar KÍ seg til avbjóðingina við Stórá, har fyrsta bríksl verður klokkan 14.30.

Tað var á útivølli ímóti Suðringum, at klaksvíkingar vórðu varpaðir úr steypakappingini. Eftir suðuroyartúrin flaggdagin, sum var mikudag, gekk tað leingi skeiva vegin. Úrtøkan úr trimum teimum næstu landskappingardystunum var bara eitt stig, og tá misti KÍ oddasessin, sum klaksvíkingar síðani hava runnið aftaná.

-Vit hava vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar, tí vit hava fingið mál úr møguleikunum, sum vit hava spælt okkum til. Av royndum vita vit, at avbjóðingin er stór á útivølli ímóti Suðringum, sigur KÍ miðvallarin Jákup B. Andreasen.

Tað er ivasamt, um Ísak Simonsen er førur fyri at spæla. Hákun Edmundsson er framvegis skaddur.

 

Mikukvøldið mistu Suðringar møguleikan at vinna seg í fyrstu steypafinaluna, tá ið teir taptu 4-0 á heimavølli ímóti B36. Síðsti landskappingardysturin var á heimavølli ímóti Víkingi, sum vann 4-1.

-Tað kennist, at vit hava spælt nógvar dystir, og at vit ikki eru so nógvir, men vit fara á vøllin við góðum treysti og hugburði, sigur framrættaði Stefan Radosavljevic.

Málverjin Milos Budakovic og Rani Johansen og Teitur K. Mortensen eru framvegis skaddir.