Minningarorð um Theodor Jacobsen, lærara í Fuglafirði

Minningarorð

Theodor er farin. Hann hevur lagt árar inn og sagt farvæl. Árini runnu avstað í Fuglafirði og við Fuglafjarðar skúla. Kenslusamt rin er innan veggja, ei undur í, tá ið tú hevur arbeitt saman við fólki í ár so mong ? ikki at hoyra fótafetini inn á lærarstovuna og inn í køkin á morgni og í fríkorterinum.

Smáprátið hoyrdist sáttliga úr køkinum árla á morgni, tey runnu upp saman við morgun-ljósinum, sum karraðu í teim døggvátu dropunum á rútunum í tí lítla køkinum. Hesir smáu dropar høvdu vakt alla náttina, meðan vit svóvu, og teir vaka enn, nú Theodor liggur undir grønutorvu. Har sum vatn er, er lív, og lívligt var mangan í tí lítlu messuni.

Hesin lítli kistil ? køkurin, sum neyvan er meira enn 2,5x1,5 fermetur, er óivað heimsins minsti mentanar stova. Her hava yvirlærarnir sítt sati, og her sat Theodor. Mong góð talingarløta hevur fest seg í minni frá skemti, skúlaskapi, seyði, fiski, snøristúrum, átrúna og heimligum viðurskiftum. Hóast tú ert í so lítlum skoti, kann heimurin gerast stórur og hugfarsligur ? settur saman av føroyskum mynstri, føroyskum eygum og var bulurin mangan so mynstrutur, at ringt var at lasa av, men hóast tað, so sat alt sum stoypt. Menn, sum eru farnir upp um miðan aldur og gott og væl tað, eru ikki so ringir at hava við at gera. Teir líta afturyvir og lata bara væl at. Um okkurt eyga fellur av, so vita teir tað, at tað skal bara takast upp á aftur, so fer at ganga.

Theodor var veiðimaður. Báturin og hann sótu væl um sátt. Teir vóru sum krókur og likkja. og væl bar til. Søkin ? ja, og inniløgumaður. Yvirlærararnir eru so samsintir mangan og gerast sum árini líða góðir hvør við annan. Í september mánaða í 96, hevði Theodor keypt hval upp á okkum, sum hava sína gongd á lærarastovuni og serliga í køkinum. Hetta kom sera væl við, tí ikki var so nógv spik í tunnuni og minni tvøst. Hetta var væl hugsað og væl gjørt og kom hetta sera væl við. Takk fái hann fyri tað. Lærarar eru ofta eitt sindur einstáttaðir í verumáta, men hugsandi er, at lívsbulurin í bygdalívinum hevði mist okkurt eygað, um ikki onkur lærari av og á tók saman um. At vit taka feil, kann verða meint, men roynt varð at lyfta og lætta, so gongd-in kundi halda fram. At tú sjálvur verður funnin ov lættur, er skriftamál, sum skaldskapurin kann taka sær av, tá ið tú ert farin.

Aftur til køkin. Theodor var frásøgumaður. Tað lá væl á ræði, at greiða frá ferðum til fjals og fjøru, um gonguferðir og sjóferðir. Hann hevur hugtikið mangan næming við sínum kynstri sum frásøgumaður í síni undirvísing. Eg hugsi, at hann og faðirin vóru sera væl, nú er hann eisini farin. Stutt var millum teirra, bert nakrir fáir dagar. Við honum var hann eisini sín fyrsta túr til sjós, og nært hann mangan við teir túrarnar, hann gjørdi við Guldrangi, og dagliga greiddi hann frá tí, sum pápin segði. Meinhard hevði verið 85 ára gamal í ár. Hann visti um mangt at siga hiðani úr bygdini, og nutu vit gott av hesum práti.

Theodor hevði áhugað fyri politikki. Hann var fólkafloksmaður, av hesum kundu bylgjurnar ganga ofta høgt á lærarastovuni serliga upp undir val, men aldri var hesin vørrur so harður, at hann nervaði. Tá ið næsta fríkorterið kom, var alt gloymt. Á einum sinni segði hann, tá ið orðadrátturin var hvassur: Eg havi rópt fragari manni niður enn teg! Aftan á høvdu vit manga skemtiliga løtu burtur úr hesum, og enn tann dag í dag verður tikið til hesi orð, tá ið onkur er eitt sindur harðligur. Vit sótu eitt skeið saman í sóknarstýrinum og vóru løturnar her bæði álvarsligar og skemtiligar. Theodor var ikki so konservativur, at hann ikki dugdi at síggja at eitt nýmótans samfelag átti at hava liktapelar við ljósi á til tað sosiala øki, ið lýstu niður fyri føturnar hjá teimum, sum formáddu sær lítið. Onkuntíð tók hann soleiðis til: Eg eri betri sosialistur enn tú! Hetta var í tíðum havt á lofti í tí lítla køkinum og brosaði hann, tá ið hann mintist til hesi orð.

Theodor dugdi so sera væl at fara við tí smáa slagnum. Hann var flokslærari í triðja flokki, nú hann andaðist. Teimum leingjast eftir flokslærara sínum, her var hann heilur við sínum kynstri, at siga frá og leggja eina ál afturat tí, sum skrivað var, og sum hevur so ómetaligan týdning fyri barnasálina, og hetta visti Theodor, og hetta vísti hann í orð og í tal.

Tey seinastu árini hjá Theodor vóru merkt av sjúku. Fyri tveimum árum síðani var hann niðri á Ríkishospitalinum og søkti sær heilsubót. Sukursjúkuna hevði hann eisini, men aldri hoyrdi tú hann gremja seg. Hann menti seg væl eftir hesa viðgerð, men herviliga krabbameinsjúkan tók hann í einum útsúði.

Hann var so sera væl nøgdur og hevði ognað sær annan bát í fjør, og droymdi hann at fara frá seksti ára gamal og røkja sjógvin ? at rógva út. Hann rakk tey 58 árini. Mongum brestur ætlan, men áralagið í likamsfari hansara, sum í eisini goymdi sálini, tekti landið har dalurin er grønur og vøtnini eru klár.

Satið í køkinum er tómt. Har stendur eitt tómt krúss í skápinum, tað veit um mangt at siga frá mongum talingarløtum í tí lítla køkinum, og tað krússið eigur Theodor, lærarin. Friður veri við minni hansara.