Góða kæra omma.
Hvar skal eg byrja? Eg minnist hvussu trygg eg altíð var hjá tykkum, tá eg kom at ferðast. Hvussu trygt eg svav á bólinum við síðuna av tær. Og ein morgun vaknaði við at tú flenti, tí eg var blivin burtur tá tú vaknaði, tú fórt upp at leita eftir mær, men fann meg ikki. Eitt dupult kekk í kamarinum afturat og tú hoyrdi meg snorka undir songini. Eg gloymi aldrin tín smittandi látur kæra omma.
Eg minnist hvussu spent eg altíð var at koma at vitja tykkum. Hvar vit fóru hesaferð. Gongutúrarnir og tá vit leitaðu eftir vøkrum steinum. Og allir túrarnir á lítla Fløtti. Eg minnist serliga eitt kvøldi vit sótu á bonkinum við lítla Fløtt, blikalogn og mánin skein. Tú klemmaði meg og vit prátaðu um babba.
Góðasta omma. Tá eg kom at vitja teg á LSH, og fekk títt vakra og fløvandi smíl, visti eg at tú kendi meg aftur. Og okkara løtu vit fingu saman har, fari eg ongantíð at gloyma.
Tíni vermandi og fjálgu klemm, fari eg altíð at kenna rundanum meg.
Tínar mjúku, bleytu og deiligu mussar fari eg altíð at føla á kjálkunum.
Tú vart ein spírandi blóma, sum følnaði tá veturin kom.
Tú vart eitt lítið fræ, men tíðin gekk og tú vaks.
Flott bein, flottar veingir og flott hár.
Tú bleiv við at vaksa, og gav fræ víðari.
Fýra flottar blómur fekst tú afturat tær,
og tú vaks, flottari og flottari.
Veturin nærkaðist, men einki visti tú.
Veturin kom við stormi og regni
og tú følnaði, følnaði við árstíðini.
Hvíl í fríði kæra omma.