Minningarorð um Leif Guðmundsson

30. septembur 1946   4. mai 2014

 

Tað var úr mjørkanum og sirminum hendan sunnudagin 4. mai 2014, at syrgiligu deyðsboðini bórust um Leif. Tað føldist líka so órættvíst, sum óveruligt, at okkara Leif ikki var millum okkum longur.

Tí, fyri okkum børn í Turiðargøtu, var Leif okkara. Altíð var Leif nærverandi og skjótur við eini hjálpandi hond, líkamikið um tað var tilfar til eina hyttu ella at skrúva upp á eina súkklu.

Var tað nakað tiltak í gøtuni, so stóð Leif altíð á odda. Leif var millum annað partur av høsnarhúsinum, ið stendur niðanfyri Turiðargøtu. Har vóru fleiri hønur, ið vurpu, og hvønn dag gekk Leif yvir at geva teimum og annars ansa hønunum. Vit børn sluppu sjálvandi eisini upp í part, har vit sluppu at síggja, hvussu nývorpin egg sóu út og ikki minst høsnarungarnar.

At útnytta løturnar dugdi Leif so ómetaliga væl, og hevur hann mangan ríkað okkum við sínum barndómstólum og annars øllum hinum stuttliga, sum Leif altíð fann í kjallaranum til røttu løturnar. Vit minnast gummibátin og ikki minst stýrisletuna og sparkaran, ið nærmast kapping var um, so skjótt ein kavaflykra hevði lagt seg.

Eisini tað, at Leif hevði so stóran áhuga í video, hevur gjørt, at vit altíð hava kunnað komið í Turiðargøtu 12 at síggja alt tað, ið vit vildu. Alt frá Pippi, Emil, teknifilmar og annars stuttligar upptøkur frá tiltøkum, ið Turiðargøta hevði gjørt í felag.

At Leif var ein gáva til børnini er slett einki at ivast í. Við sínari lívsgleði var Leif nýttur til fleiri barnasendingar. Eitt nú hevur Leif bygt spælihúsið í havanum, har Hannibal og Angela tóku eina sending upp. Sum altíð dugdi Leif at siga eina góða søgu um, at Hannibal nú búði í húsunum. Fleiri okkara minnast, hvussu errin vit vórðu, tá Hannibal búði í gøtuni hjá okkum.

Eisini abbabørnini hava sanniliga mist ein dýrgrip. Leif elskaði tey so ómetaliga høgt og við sínum lætta lyndi, sum vit øll børnini í gøtuni kenna, hjúklaði hann um tey og gav teimum ein nærleika, ið vil følast sum eitt stórt tómrúm fyri tey, nú Leif ikki ert millum okkum longur. Hetta lætta lyndið vil eisini geva teimum ta styrki, sum krevst, nú tey skulu víðari á leið inn í eina nýggja tíð.

Saknurin verður stórur hjá okkum, ið hildu so ómetaliga nógv av Leif, men størsta saknin hevur tú góða Nanly. Vit ynskja tær, Vivian og abbabørnunum styrki og góð minnir.

Vit hava altíð vitað, at Leif áttu vit til láns, men lærdómin, Leif gav okkum, eiga vit fyri lívið. Leif hevur ríkað okkara lív, og vilja vit altíð virðismeta tey minnini, ið Leif gav okkum.

---

Børnini í Turiðargøta