Minningarorð um Vilborg Vestergaard

Tað er ómetaliga kensluborið at seta meg at skriva minningarorð um mína góðu vinkonu Vilborg.

Orðatakið sigur: "Skænk mig en blomst men jeg lever.... ", og tað haldi eg

eisini, at vit hava gjørt ígjøgnum lívið – Vilborg og eg.


Okkara vinarlag hevur verið av tí góða gamla slagnum, og tí vóru boðini 1.

páskadag sera tung, at tú ikki var ímillum okkum meir. Hóast eg visti, at

tú ikki hevði langa tíð eftir, hevði eg ikki væntað, at tað skuldi vera so

skjótt. Men tey góðu minnini goymi eg í hjarta mínum bæði í sorg og gleði.

Góða Vilborg, eg sigi tær takk fyri alt tað, vit høvdu saman, og vit

síggjast aftur einaferð.


Eg vil gjarna geva eitt dømi um, hvussu gott menniskja tú vart: Tú arbeiddi í tveimum heimum her í bygdini. Tey goldu sjálvi fyri hjálpina og

vóru sera glað fyri at hava teg til arbeidis. Síðan kom

heimahjálparskipanin í lag, og tá blivu tey biðin um at søkja um at fáa heimahjálp, tí

tað var ókeypis. Tey blivu øðiliga ørkymlaði um hetta og søgdu nei, tí tey

vóru bangin fyri, at tú ikki longur kundi arbeida har. Men tú bleiv biðin

um at søkja og fekk tað. Tey vóru tí glað, tá váttað varð, at tey kundu

"behalda" teg. Tað vísir, hvat og hvussu tú hevur verið.


Vit báðar arbeiddu saman í 13-14 ár, og vísti tú kærleika, umsorgan

allastaðni har tú vart.


So skal eg biðja Gud um at styrkja tíni kæru í sorgini - Steinbjørn, Helena,

Sonni og børnini, og systrarnar við familju.


Við hesi yrking vil eg lýsa frið yvir mína kæru vinkonu Vilborg.


Jonhild



Deyðin er ikki tað seinasta


Deyðin er ikki tað seinasta, eg eri bara farin um sýnina.

Eg eri eg, og tú ert tú. Tað sum vit áður vóru fyri hvør øðrum, tað eru vit

enn.

Nevn meg at navni, nýt mítt yndisnavn, práta við meg um leyst og fast, sum

vit altíð gjørdu.

Lat røddina vera hina somu, hóast sorg og sakn.

Flenn, soleiðis sum vit vóru von at flenna saman at onkrum skemtiligum.

Hugna tær, brosa, hugsa um meg, bið fyri mær.

Lat navn mítt framvegis hoyra upp í tínum tonkum og práti.

Tala um meg náttúrliga, ikki við gráturødd.

Lívið er framvegis dýrabart: Tað er eins og tad altíð var; tað heldur fram

øld eftir øld.

Deyði og lív hoyra saman.

Hví skuldi eg farið úr huga, um eg fór úr eygsjón?

Eg bíði bara eftir tær, um eina stund, onkustaðni her í nánd, aftanfyri

sýnina.

Alt er, sum tað eigur at vera.