Minningarorð um Tummas Poulsen

Tummas fór frá okkum mánamorgunin, eg sá hann liggja í songini. Hann búði stutt á Eirargarði, flutti inn 1. juli.

Ólavsøkuaftan í ár fóru vit øll á Eirargarði í býin, seinni um kvøldið vóru vit í føðingardag hjá Sannu. Tummas snakkaði ikki nógv, sum hann plagdi, áðrenn hann bleiv sjúkur. Meðan hann búði á Eirargarði, kom hann ofta inn í stovuna og setti seg niður, fór síðan upp at ganga og steðgaði so á. Við hvørt kom hann inn í køkin, og fekk sær eitt málingarull at skriða sær við um ryggin.

Leygarkvøldið, áðrenn hann doyði, vóru vit øll ein gongutúr runt á økinum umkring Eirargarð, og samlaðust aftaná uppi á hjá Esbern til ein drekkamunn. Tummas sat við endan av borðinum, og fekk sær kaffi og ís við lagkøku saman við okkum. Tá hugsaði eg ikki, at hann tveir dagar seinni, fór at verða deyður. Tað er so løgið at hugsa sær.

Vit arbeiddu saman nógv ár á gamla verkstaðnum Vón, Tummas var altíð í so góðum lag, og dámdi so væl at syngja. Hann var í føðingardag hjá mær, tá eg fylti 30 ár, tá var hann ikki vorðin sjúkur. Tað árið Verkstaðurin brendi, vóru vit á summarlegu við Verkstaðnum í Frankaríkið. Tá vit koyrdu í bussi á ferðini, sang Tummas altíð tað fyrsta av sanginum From a Jack to a King. Eisini vóru vit á summarlegu við Frítíðarheiminum í Íslandi í 1999. Eg haldi, at hann var byrjaður at verða sjúkur tá, tí hann datt mitt í tí heila, og hann breyt eina tonn.

Eg minnist, at tá eg plagdi at tosa við Tummas, endaði hann altíð við at siga: "Heilsa Ólavi beiggja tínum", teir kendust frá fyrr av.

Hvíl í friði góði Tummas.

Emma Vágoy