Minningarorð um Símin Sofus Joensen

vanliga nevndur Símin á Syðradali

f. 8.2.1914   d. 8.3.2001

 

Leygarmorgun 8. mars andaðist Símin. Eg visti at Símin var sjúkur, men eg væntaði at tað fór at ganga og at hann kom fyri seg aftur. Eg hevði verið á sjúkrahúsinum og vitjað hann, og tá helt hann fyri, at nú styttist til hann kom at skoða Frelsaran, ið hann nú hevði sett sítt álit á, men eg segði við hann, »tú sært so fittur út, eg vænti at Harrin letur teg koma heim eina ferð enn«. Tað var so hugnaligt at hava Símin ímillum okkum.

Hann hevði verið í føðingardegi hjá Olgu leygardagin og var í so góðum lag, tá ið hann fór avstað aftur. Og tá helt hann fyri, »her standi eg saman við einum fínum manni«, tað vóru myndir, ið Olga hevði av Kjølbro og Olgu mostur og Gerdu og Símin, ið stóðu saman men eg segði við hann, »Kjølbro hevði ikki verið til, um Símin og fleiri við honum ikki eisini høvdu verið til«. Tá helt hann, »jú, so er«.

Góði Símin, vit sakna teg, tú vart so góður við dóttur okkara, altíð klárur at hjálpa. Tað var so hugnaligt at hoyra, tá ið tú fortaldi tað, ið tú hevði upplivað. Ógloymandi eru allar søgurnar, ja, tær eru mangar í tali, ið tú hevur fortalt. Serliga dámdi okkum ógvuliga væl at lurta eftir, tá ið tú fortaldi okkum frá tínum ungdómsárum á sjónum. Tað kom so nógv spennandi fram, tá ið tú segði søgurnar, hvussu Harrin hevði hildið hondina yvir tykkum og leitt teg heimaftur. Og nú fyri stuttum fortaldi tú, at nú hevði tú funnið frið og hevði takkað Harranum fyri tað, Hann hevði gjørt fyri teg.

Nú verður tómligt hjá tykkum, Paul Jakku og Jóhannes, nú eingin Símin er longur, men gott er at vita, at Símin gleðist í Harranum, sum hann hevði sett álit sítt á.

Hann plagdi at siga, nú hann hevði mist Gerdu, »at nú mátti Harrin taka hann heim í dýrdina skjótt, tí nú var hann troyttur«, og nú er hann eisini sloppin heim til tey, ið eru farin undan honum.

Má Harrin eins og hann bar Símin seinastu dagarnar á bønarinnar veingjum, styrkja og troysta tykkum børnini við familju.

Friður veri við minninum um ein dygdarmann.


Tá so stríðið her er runnið

málið nátt og stríðið vunnið

Harrans rødd við okkum kallar

heim í gleði alla.


Jórun