Minningarorð um Per Hansen

Per í Heimistovu - á Glyvrum

føddur 31. mai 1947 · deyður 9. mai 2008

Lítið vistu vit báðir, tá ið vit á heysti í fjør vældu um hegn á Glyvrafjalli, at tað bleiv so stokkut, til tú bleiv kallaður heim. Tað kom dátt við, at Per doyði mitt í sínum dagsverki á arbeiðsplássinum. Tað eru bert góð minnir, ið ein hevur eftir, tá ið ein kemur at hugsa um Per og tann vinsæla og tað trúfestið, ið sermerkti hann. Hann hevði eitt serstakt lyndi. Ein hoyrdi hann aldri tala niðursetandi og ei heldur taka lut í útspilling av øðrum.


Ein kundi heita á Per, um ein hevði hjálp fyri neyðini, so orðatakið: Betur ein vin nær enn ein bróðir langt burtur, kundi av sonnum sigast um Per. Um tað á nakran hátt bar til hjá honum og somuleiðis Herborg, konuni, at rætta eina hjálpandi hond, tá ið á stóð, so vóru tey fús at hjálpa, hóast tað er ein djúp gjógv millum húsini, so var ein trygg brúgv at fara um undir øllum umstøðum. Sum grannar - bæði hann og pápin - hava vit røkt haga og bø og hava vit mangan heitt á hvønn annan og hava havt eitt sera gott og fyrimyndarligt samstarv. Hvar ið grannar sita væl um sátt, er ein av teimum dýrgripum, sum ikki kunnu metast í tímiligum virði.


Eg minnist dagin væl, tá ið so at siga róp kom í, tá ið Mona og Tummas høvdu fingið ein son. Vit dreingirnir sigldu við bátum í Stórahyli úti á Gjómunnanum. Tað var ein fagur dagur, og vit steðgaðu øllum spæli og fóru niðan fyri at síggja henda lítla drong, men tað bar so ikki til sjálvandi. Hetta var líka sum ein ljósgeisli av lívi og trivnaði aftan á ein tiltiknan kavavetur, ið bar við sær eitt hitt størsta seyðafellið, ið menn kunnu minnast. Menn høvdu úr at gera at grava seyð úr skalvi og at lívbjarga á ymiskan hátt, har tað var atkomandi.


Góða Herborg og døtrarnar. Vit duga ikki at meta saknin, men eg veit, tit hava ta andaligu styrki at taka ímóti sakni og teimum tungu løtum, sum standast av einum so stórum missi. Ein skilir tað best, um ein sjálvur hevði verið úti fyri slíkum, men lívið má livast framvegis og tíðin grøðir og minnini um at hava havt ein góðan mann og pápa, vilja vera við til at breiða ljós yvir tíðina framyvir. Eg vil takka fyri góðan vinskap, ið vit hava havt saman og allar tær hugnaløtur, vit hava sitið heima hjá tykkum og okkum.


Bestu heilsanir frá Rasmus og Annu Glyvradal