Minningarorð um Oddjó Brekká

f. 12. november 1941 d. 25. august 2005

Tung vóru boðini vit fingu hósmorgunin 25. august, at tú góða Oddjó, ikki vart ímillum okkum meira.

Hóast vit øll vistu, hvussu sjúk tú vart, og hvønn veg tað bar, so vónaðu vit, at tú álíkavæl kundi fáa nøkur ár afturat, tú sum hevði so nógv at liva fyri, men so skuldi ikki vera, bert 63 ár var lívsljós títt tendrað her á fold.

Vit, sum stóðu tær nær føla øll, at vit við tær hava mist so ómetaliga nógv, men størstur er missurin hjá tær góði Jákup, tú sum hesi nógvu árini Oddjó hevur verið sjúk við kærleika og trúfesti hevur verið um hana bæði á degi og nátt. Eisini hjá tykkum góði Martin og Hanus við familju, sum so trúliga hava vitja mammu tykkara, er saknurin og tómrúmið stórt, má Gud styrkja og hjálpa tykkum í sorgini at koma víðari.

Góða Oddjó, mitt í sorgini er tað so mangt, sum rennur fram fyri meg. Meg minnist hvussu væl ein kendi seg at koma í heimið hjá tær og Jákupi. Tú vart tann, sum so væl dugdi at fjálga um. Altíð vart tú við eini hjálpandi hond, har í á stóð, tín partur lá ikki eftir. Meg minnist eisini tær góðu pannukøkurnar og drekkamunnarnar, sum vit hugnaðu okkum við, tað var tá, øll høvdu tíð at liva. Eisini minnist eg øll bindiklubbakvøldini, um ikki altíð so nógv bleiv bundið. Nú er alt bara minnir.

Góða Oddjó, fyri fýra árum síðani fekst tú endaliga staðfest herviliga heilasjúku, og var hetta ein harður smeitur fyri teg og tína familju, serstakliga tí at eingin hjálp var at fáa fyri hesa sjúku. Minnist at eg ringdi niður til Danmarkar, tá tú hevði fingið boðini, tá grótu vit báðar, tað var hart.
Vit sleppa ikki undan, at bera tann kross, sum á okkum verður lagdur. Góða Oddjó, í tolni bart tú tað, sum álagt var tær og við vissuni um hvat var fyri framman, heintaði tú styrki.

Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir vinkonu mína Oddjó.

Anna

Hví syrgja man mítt hjarta, tá Jesus elskar meg,
og einglar veittra meg mót gyltum strondum?
Hví stara man mítt eyga á henda trongdarveg,
tá heimið mítt er í himnalondum?

Hví siti eg og stúri, tá vinir svíkja meg
og eina eg í oyðimørk má standa?
Gud stýrir míni lagnu á øllum mínum veg,
brátt fríar hann meg úr øllum vandum.

Minnini goyma vit.