Minningarorð um mostur, Milju Joensen úr Hattarvík

fødd 1. juli 1926 ? deyð 24. januar 2004

Røddin er tagnað, eg fari ongantíð aftur at kunna tosa við teg. Stólurin er tómur, eg fari ongantíð aftur at møta tínum brosi og tínari góðsku.
Eg finni ikki orð, ið til fulnar kunnu lýsa saknin, sorgina og tómrúmið eftir mostur mína.
Um man ikki hevur átt nakað, kann man ikki vita, hvussu tað er at missa. Og tað lív er fátækt, sum ongantíð hevur kent góðsku ella sorg.
Tað er ræðuligt at missa, tað er slítandi at syrgja, men slíkar eru lívsins treytir. Vit hava fingið lívið til láns frá tí Gudi, sum gav okkum lívið og okkara medmenniskju. Lívið er dýrabært.
Sum tíðin líður fara vit at læra at takka fyri tíðina, vit fingu loyvið at vera saman við mostur. Jú lívið gongur víðari, men tað er broytt, tað verður ongantíð tað sama, nú mostur ikki er á lívi. Í sorgini finst bert ein sonn troyst, tað er kristna uppreisnarvónin um, at lívið er sterkari enn deyðin.
Góða mostur, tú hevur gingið tína lívsgøtu, títt stilla lyndi, tín ótroyttiligi offurvilji standa eftir teg. Tú gav altíð títt besta, og tað var tín gleði at síggja onnur nøgd. Tú livdi veruliga fyri onnur og setti teg sjálva til síðis. Tú vart als ikki sjálvsøkin.
Milja var yngst av børnunum hjá Súsonnu Katrinu og Hans Michaeli Joensen í Innistovu í Hattarvík.
Tey eldru systkini vóru: Jóhanna Katrina, Jógvan, Guttorm, Anna Olivia, Hans, Mikkjal Petur, Hans Andreas, Hans Andreas og Anna Elisabet. Nú er einans Anna Olivia á lívi.
Mostur vaks upp í Hattarvík undir teimum korum, ið tá vóru. Hon upplivdi kríggið m.a. um myrkalegging, matarskamtan, minum og tá ið tey fóru inn á Fløtur at vera.
Sum ung fór mostur burtur at tæna. Hon var m.a. á Viðareiði, í Svínoy, Í Klaksvík, í Havn og Suðuri í Vági. Hon segði tíðum frá hendingum og upplivingum frá teirri tíðini. Meðan mostur tænti hjá Viggo og Ingrid í Klaksvík, lærdi hon at seyma. Hon tosaði javnan um tey tvey árini, sum hon var hjá Edith Dahl suðuri í Vági. Tey vóru góð við hana, og hon lærdi nógv. Mostur tosaði eisini ofta um tíðina, tá ið hon var hjá Annu og Petur Danielsen í Svínoy, tá ið tey fingu tvillingarnar, Petur og Sámal. Hon hevði bara gott at bera teimum, sum hon hevði tænt hjá.
Seinast í 50?unum flutti mostur útaftur til Hattarvíkar at arbeiða heima á garðinum. Hon hjálpti og passaði foreldur síni væl. Hon gjørdi alt arbeiði bæði inni og úti. Hon var nærløgd og fór altíð til verka í einum góðum anda.
Eg minnist mostur altíð í ferð við at gera eitthvørt. Eg havi mangan hugsað um hennara ótroyttiliga vilja at gera sítt besta, hvør enn arbeiðsuppgávan var inni ella úti. Hóast hon var stillfør á lyndi, so fylti hon rúmið við sínum positiva og góða anda. Mostur hevur verið í móður stað. Hon eggjaði altíð til at gera sítt besta, hvør enn uppgávan var.
Eg minnist aftur á, hvussu hugnaligar, góðar og merktar av halgu høgtíðirnar vóru í Hattarvík. Mostur fyrireikaði, bakaði og fekk ymiskt til vega, so tað skuldi vera nakað serligt, tá ið slíkir dagar vóru. Eg minnist eisini, hvussu hon stákaði til føðingardagarnar. Hon ynskti, at øll, ið komu á gátt í Innistovu, skuldu føla seg væl. Tey vóru sett til borðs, og tað besta var sett á borðið.
Mostur hevur í mong árið borið uppá sjúku. Eg minnist meg ikki hava hoyrt hana gramt seg. Hon hevði gott mót og var altíð nøgd við alla hjálp, sum hon fekk.
Mostur var góð við sína heimbygd og alt, sum henni varð givið. Hon misti ongantíð vónina um at koma útaftur til Hattarvíkar, hóast likamið var viknað.
Tá ið tornir hava stungið og deyðin hevur lagt sína køldu hond á okkara kæru, syrgdi mostur altíð við okkum, eins og hon eisini gleddist við okkum um lívsins gávur.
Hon fegnaðist við okkum um alt tað góða, og hon veruliga samgleddist við okkum, tá ið vit fingu Una. Hon gleddist við hvørt framstig, hann gjørdi.
Øll tey góðu minnini eg havi um hana, fara altíð at fylgja mær. Skaparverkið og lívið er givið, tí eigur tøkkin ikki at verða gloymd.
Í sorgarmyrkrinum eru orðini næstan burtur, bønin so veik og tøkkin so lítil. Men fyrijáttanin um, at ljósið skínur í myrkrinum og myrkrið tók ikki við tí, gevur styrkina at liva dagin, ið givin er longur fram á leiðina. Uppreisnarvónin fer at geva styrki til hvønn dag at takka fyri lívið, allar tær góðu og ríku løtur, ið vit fingu saman við mostur.
Mostur hevur nú fingið ta ævigu sæluna, har ongin sjúka, pína, sorg og tíð er.
Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um góðu mostur mína.

Sólfríð, Magnus og Uni