Minningarorð um Mariu Nystrøm Egholm

   

Maria farin... soleiðis vóru boðini fríggjamorgunin. Sjálvt um vit vistu at Maria var álvarsliga sjúk, so livdu vit, eins og hon sjálv, í vónini um at hon skuldi gerast frísk aftur. Boðini, um at hon ikki var millum okkum longur, komu tí bráddliga og óvæntað.
Maria var ein góður starvsfelagi, altíð við tí blíða og stillføra lyndinum. Hon var stak fitt, dugnalig og arbeiðssom. Hon gjørdi ikki nógvan háva úr sær sjálvari, men arbeiddi stillført og samvitskufult og fekk nógv á skaftið. Arbeiðsgleðin hjá Mariu gjørdi arbeiðsdagin hjá okkum, ið starvaðust saman við henni, lættari og mennandi.
Viðskiftafólkini í Sparikassanum vóru eisini sera nøgd við Mariu. Henda nøgd ella hesin saknur kom týðiliga til sjóndar, tá ið Maria, eftir egnum ynski, flutti frá beinleiðis kundaráðgevauppgávuni í miðbýnum til øðrvísi sparikassauppgávu á Roknskapardeildini.
Vit fara at sakna Mariu, men størst verður sorgin og saknurin hjá tykkum nærmastu ? mammu, systkjum, Hákun og børnum við familju.
Harrin troysti tykkum í sorgini.
Við hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir minnið um okkara góðu Mariu.