Minningarorð um kæra abba mín, Trónd Húsgarð

? 19. Nov. 1930 † 12 okt. 2012

Tróndur Húsgarð. Abbi-krabbi. Av raskastu, sterkastu monnum. Mergjaður sum fáur. Nógvar broytingar hevur tú upplivað gjøgnum lívið, og mangan havi eg undrast á, hvussu tú hevur megnað at fylgt so væl við. At vaksa upp á einum bóndagarði undir krígnum, liva so primitivt allan tín ungdóm og framvegis kunna finna útav øllum hesum tekniska, sum er komið við tíðini... Men hetta kemur óiva frá tínum treiskni og ágrýtni, sum var títt eyðkenni. Var tað eitthvørt, tú ikki dugdi, men vildi duga, so var ikki at standa fyri, og tískil dugdi tú eisini alt. Eitt tíðarskeið lærdi tú teg sjálvan enskt, og spurdi okkum abbabørn um hjálp at seta setningar saman. Eitt annað tíðarskeið telvaði tú ímóti tær sjálvum. So seint sum í septembur trumlaði tú Danmark upp og niður í tínum fitta, grøna abba-bili. - Meir enn hvat mong ung tora at leypa útí. Teldan fekk heldur ikki frið. Skype skuldi roynast, og myndir, sum tær eisini dámdi so væl at fáast við, skuldu leggjast inná telduna.
Føroysk mentan og føroyskur siður hevði stóran týdning fyri teg, og róliga kann staðfestast, abbi, at tú eigur stóran leiklut í at mín kærleiki til Føroyar, og okkara mentan og sið, er so stórur, sum hann er. Nógv lærdi tú okkum, og eg fari at sakna at hoyra teg kvøða, meðan tú stákaðist við eitthvørt. Altíð hevur tú verið góður og tolin við okkum abbabørn, og man keddi seg aldrin tá tú var rundanum. Altíð fanst tú uppá okkurt spennandi. Útum at rokast, um veðrið var til tað. Plenan skuldi haldast, altíð nýklipt og grøn, og gulu húsini í Brøttubrekku, sum høvdu so nógv at siga fyri teg og ommu, vórðu heldur ikki gloymd. Serliga dámdi tær tó væl at fara á flot í tínum dýrabæra, lítla báti, sum tú eisini nýtti nógva orku og tíð til. Var tørvur á hjálp, so vart tú altíð klárur við einari hjálpandi hond. Tú gjørdi mangar støður lættari fyri okkum við tínum hjálpsemi, og við einum smíli á varrunum fari eg serliga at minnast aftur á herligu túrarnar við grøna ”skúlataxa”, sum tú sjálvur tók til, ið var ein stór hjálp, tá babba var úti á sjónum.
Hendan tíðin, nú fjøllini verða gingin, hevði nógv at siga fyri teg. Altíð til dystin fús at hjálpa til á Húsgarði í heimbygdini Syðrugøtu, og tiltikin tá tað kom til at fletta. Men ikki fekst tú tó smakkað síðstu seyðarhøvdini, sum tú so seint sum tann 11. oktobur hevði riggað til. Einasta "keðiliga" minni eg havi er, tá eg 6-8 ára gomul stóð í túninum í gummistilvum og græt, tí tú seint eitt kvøldi kom eftir babba, og eg SKULDI við. Men tit koyrdu undan mær út á skipasmiðjuna at skera grind upp. Tað skilji eg tó væl nú, og verður hetta goymt sum enn eitt gott minni um teg. - Fríggjadagin tann 12. oktobur fór tú so frá okkum, heilt óvæntað. Ein fyrimynd vart og ert tú framvegis fyri meg á mongum økjum, og eg fari at sakna teg ómetaliga nógv. Takk fyri alt, ið tú var fyri meg.
Hvíl í friði tú góði, elskaði abbi ?
---------
Abbadóttir tín Anna Katrina