Nú er Juul farin, og saknurin má vera stórur hjá Annu Gretu og Jarmundi og teimum, sum stóðu honum nær.
Altíð var hann hjálpsamur og blíður at tosa við; ongantíð eitt ringt orð frá hansara munni. Tað kenni eg til, tí vit vuksu upp saman og vóru grannar. Hann var mín besti vinur, men so fluttu vit til Havnar og sóust sjálvdan. Men hann var altíð í mínum huga, tí ein so góðan vin sum Juul, gloymir man ikki. Nógv kundi her verið sagt um Juul; hvussu góður hann var, men tað vita øll, sum búgva í Sumba.
Eg vil við hesum fáu orðum lýsa frið yvir besta vin mín, Juul. Hvíl í friði.