Hendan lagna gjørdist okkum tung
Tú sum mátti fara so ung
Harrin teg tók
So at tað kendist sum á uttastu rók
Ferðin ei gjørdist long
Áðrenn tú hvíldi í tíni song
Men tað tú kláraði at náða
Var ikki at forsmáða
Tú hevði eitt livandi heim
Sum vit minnast við gleði og gleim
Hjá tær var altíð ein hjálpandi hond
Um tað so var millum lond
Tú lærdi okkum at verja
Og okkar liðfelagar upphevja
Hvar vit enn leiktu
Tú okkum uppkveikti
Ein so sterkan vilja
Ið fáur mundi skilja
Hvør leikur skuldi vinnast
Tað lá við hjarta títt innast
Minnini við tær
Tey eru mær so nær
Vit kunnu frøast um tað vit høvdu saman
Og allar tær løtur við gaman
Tú setti tær mál
Og rakk tey við lív og sál
Av tær vit mugu læra
Og minnast tað kæra
Tú fórt gjøgnum lívið við høgari ferð
Og mátti brátt úr hesi verð
Hóast tú lá á deyðastráð
Tú vøkur vart at líta á
Til tína líðing
Er torført at finna nakra týðing
Tú ert fyri okkum ein hondbóltsmynd
Ið rakk upp á mangan tind
Stórur saknur er í tær
Serliga hjá teim, ið stóðu tær so nær
Men vit mugu halda á
Tað mugu vit at sjá










