Nú eg eri 84 ár, kann ein vera útsettur fyri at missa fleiri góðar arbeiðsfelagar og vinir.
Eg kom at kenna Hjalmar í sambandi við arbeiðararørsluna. Vit vóru nógv saman fyri at tingast um ymiskar spurningar, ið vit meintu ikki vóru í lagi fyri arbeiðararnar. Og altíð spurdist okkurt gott burtur úr.
Hjalmar var ein persónar, ið segði sína hugsan um málini.
Men best kom eg at kenna hendan góða vin, tá ið vit komu í nevndina fyri Felagslonina hjá Fuglafjarðar Pensjónistafelag.
Tað mugu vera fáar nevndir, ið høvdu so gott arbeiðsstig sum hendan. Ein, ið gjørdi hetta góða arbeiðslagið, var Hjalmar.
Góði Hjalmar, eg sakni teg sum ein arbeiðskammerat.
Lat sannleiksorð títt lýsa
til himmals okkum heim,
tann rætta vegin vísa
til sælu og til gleim
í Harrans vakra himmalstað,
har øll Guds børn tær prísa
og takka nátt sum dag.
Hjalmar, friður veri við minni tínum.
Símun P. Poulsen