Tað er nú gott ár síðani hendan meiningsleysa vanlukka hendi í Klaksvík og Høgni, hóast alt var gjørt fyri at bjarga honum, ikki slapp livandi frá tí. Tá man hugsar um tað, virkar tað so óveruligt, næstan surrealistiskt, men vit mugu ásanna, at hann er farin.
Vit minnist hendan morgunin at telefonin ringdi, og man fekk fortalt, at ein vanlukka var hend og at Høgni var komin illa til skaða, men man hugsaði als ikki, at hann ikki fór at klára tað. Hann var komin í góðar hendur á Sjúkrahúsinum, so tað mátti fara at ganga. Men sum tíðin fráleið, og vit vinfólk hjá Høgni ringdu runt til hvønn annan og væntaðu at fáa góð boð, ja so komu deyðsboðini.
Tad var ikki til at skilja. At hetta livandi unga menniskja skuldu fara foldum frá.
Høgni var júst blivin liðugur á kokkaskúlanum í Klaksvík og hevði ætlanir um, at fara niður til Danmarkar at læra víðari innan hetta yrkið. Fleiri av vinfólkunum skuldu eisini niður at lesa, so vit høvdu mangan tosað um, hvussu stuttligt tað fór at vera, at vit øll fóru at vera á sama stað. Tí var tað undarligt at fara niður og Høgni ikki var við. Hann manglaði og ger tað enn. Hann eigur at vera ímillum okkum!
Høgni hevði mong vinfólk og vit ið kendu hann, vita hvussu eitt erligt menniskja hann var. Har bleiv onki pakka inn. Hann segði tingini beint út og hetta er nakað, ið mangan skapaði látur, tí til tíðir kundi tað tykjast eitt sindur ógvisligt, men soleiðis var hann.
Tad var altíð gott at koma inn til Høgna. Har hevur man sæð nógvar filmar og hoyrt nógvan tónleik og mangt er blivið tosað um, bæði seriøst og óseriøst og tað er sjálvsagt nakað man saknar.
Eisini man tað vera hart fyri tykkum Berghild og Boga, Rannvá og Gunnar at venja tykkum við friðin, tí Høgni dámdi væl at hava fólk inni.
Nú eitt ár er fari framvið, er sorgin og saknurin ikki minnið. Tað er enn líka meiningsleyst, men lívið gongur sína leið. Vit eru noydd til at liva við tí. Okkara tankar ganga til tykkum foreldur, systkjin, dóttir og gentu sum hava mist tað dýrabarasta. Má Harrin styrkja tykkum.
Hóast Høgni ikki er ímillum okkum meir, so gevur hann okkum gleði. Vit vinfólk sita mangan og práta um Høgna, minnast afur á løtur vit høvdu saman og gleðast yvir tær løtur, hóast tær tíverri blivu alt ov fáar.
Æra verði minnið um Høgna á Steig! Tú vart eitt so fantastiskt menniskja!
Tínir vinir