Tað kendist sum um, at alt steðgaði upp, tá ið boðini komu um, at Gudmund Joensen var farin bert 34 ára gamal.
Eg kom at kenna Gudmund í 1984, vit róðu kapp saman við dreingjabátinum Sílinum. Tá ein av manningini hetta árið brádliga gav avboð, vísti róðursmaðurin okkum á Gudmund, sum fegin vildi royna seg handan árarnar.
Hetta árið var heldur lækari enn undanfarna ár, tað eydnaðist okkum ikki at endurvinna føroyameistaraheitið, men eg haldi ikki, at eg taki munnin ov fullan, tá eg sigi at hetta uttan iva var tað stuttligasta árið, eg havi róð kapp. Ein av undangongumonnunum til hetta góða sosiala samanhaldið, var Gudmundur, hann var altíð smílandi, optimistiskur og klárur at fjálga um við skemti og herðaklappi.
Seinni í 1991 kom eg at arbeiða saman við Gudmundi á deild 2 úti á Landssjúkrahúsinum. Vit vóru báðir áhugaðir í at sleppa at royna okkum í psykiatriini, vit vóru sera hepnir at sleppa ígjøgnum nálareygað, tí út av 48 umsøkjarum vóru vit einans fýra, ið fingu arbeiði sum ófaklærdir pleygarar. Seinni sama árið, fóru vit til Danmark-ar at ganga í skúla við tí fyri eyga, at fáa fast starv innan psykiatriina. Báðir búðu vit, sum so mangir aðrir føroyingar, á Oyrasundskollegiinum. Hóast vit ikki til dagligt fylgdust, vóru vit javnan saman, ein føldi seg altíð í góðum »selskapi« saman við Gudmundi, altíð var hann klárur við eini hjálpandi hond, eins og hann var, við góðum ráðum.
Gudmundur var sera nærlagdur í sínum arbeiði, hann hevði eitt stórt talent at umgangast fólk, hann gav sær altíð góðar stundir at vera saman við sjúklingum og megnaði sera væl at skapa ró og hugna rundanum tey sálarsjúku.
Tað er sera trupult at samanbera Gudmund við nakran annan, tí hann einfalt var eitt stórt multitalent innan so nógv ymisk økir.
Gudmundur hevur nú lagt árarnar inn, hansara sjógvur er nú rógvin, men ringarnir í sjónum fara at standa leingi eftir í minni okkara. Orðatakið sigur at tíðin lekir øll sár, um so er, veit eg ikki, men tað skal í øllum førum ganga long tíð, áðrenn vit aftur venja okkum við, at Gudmundur ikki longur er okkara millum. Friður veri við minninum um Gudmund Lindenskov Joensen.










