Orð eru fátøk, tá nøkur orð skulu skrivast um Finnbjørn Hansen, sum andaðist so brádliga einans 54 ára gamal. Eg havi alt mítt lív kent Finnbjørn og var hann húsfólk heima hjá okkum allan mín barndóm. Tað vóru 15 ár millum okkum og vit fyltu sama dag báðir, - 12 juli. Finnbjørn arbeiddi nógv og dugdi væl innan alt handverk. So tað var nógv, sum hann fekk av skafti. Eg minnist eisini við takksemi fiskitúrarnar á Skálafjørðinum, sum ofta vóru spennandi og ríkir. Finnbjørn var góður við meg, tað visti og kendi eg altíð.
Friðarligur sum hann var, so dámdi honum ikki at tosa ov nógv, men lýddi nógv á og lat onnur hava tær stóru meiningarnar. Tó so, so var hann fastur sum kletturin við teimum meiningum, sum hann hevði gjørt sær.
Finnbjørn var ættaður úr Rituvík og búði har tey fyrstu 19 árini av sínum lívi, síðan á Strondum í sløk 25 ár og eftir tað í Havn seinastu 10 árini. Hann arbeiddi runt um í landinum og tú kundi møta honum á nógvum ymiskum støðum ígjøgnum ári. Tað eru fáar havnir í Føroyum, ið Finnbjørn ikki hevur verið við til at gjørt, umbygt ella umvælt.
Finnbjørn náddi at fáa nógva familju rundan um seg, og øll 6 abbabørnini fyltu nógv í hansara verð, umframt familjan í Havn og Rituvík.
Finnbjørn hevði eina trúgv á Harran sum var stillfør, men sterk og sannførandi. Meg minnist so mangan Finnbjørn á aftasta beinki í Kelduni, har hann lurtaði og sang við.
Tað er gott at vita, at hann nú er farin heim í ein betri stað, har hann ger klárt fyri okkum sum eisini ein dag skulu fara hagani. Allarhelst man Finnbjørn ganga við einum hamara og tummastokki og gera klárt til eina trygga lending fyri øllum teimum, sum her niðri hava valt at seta álit sítt á Harran Kristus.
Eg eri takksamur fyri tað, sum Finnbjørn gav mær og mínum og samtíðis so syrgi eg inniliga við teimum, sum mist hava. Ikki minst Marjun, Jógvan Martin, Helga, Ásu og øll rundan um. Má Harrin styrkja tykkum í tíðini, sum kemur. Ein heilsan við lyftinum úr Sálma 73,23. Men eg verði altíð hjá tær, tú hevur tikið í høgru hond mína.
Guð vælsigni minni um Finnbjørn Hansen. Tú verður saknaður og aldrin gloymdur.
------------------
Leif Høj & familja