Nú komu boðini um, at Ester, sum eg kom at kenna á ungum árum, var farin.
Eg var bert 14 ára gomul, tá eg fór at tæna hjá henni. Tað var eitt heim, ið elskaði Harran, og tey settu ikki ljósið undir skeppuna. Tey vóru eisini sera blíð at koma til. Har kom nógv fólk inn, og øll kendu seg vælkomin hjá Ester og Jens Sofusi.
Ester var ein vitug kvinna, sum tú lærdi nógv av. Hon var dugnalig at læra tey ungu at ganga á røttu leiðini, og tað skal hon hava stóra tøkk fyri.
Mær dámdi væl, tá ið hon greiddi frá um, tá hon sum bert 20 ára gomul kom til Føroya saman við brøðrum sínum og øðrum. Tey rýmdu undan týsku innrásini. Støylen og Ervigs brøðurnir vóru væl kendir menn. Teir komu av Kvamsoyggjunum í Noregi. Hon var errin av ættarfólki sínum, men nú eru bert minnini eftir tey.
Heim mítt knýtti vinarbond við tey á Kvamsoyggjunum. Tey vóru sera blíð, men nú eru fá eftir av vinarbondunum, men minnini eru góð.
Nú er heimið hjá Ester tómt. Tá ið Anna var farin, gleddust Jens Sofus og tú tykkum til at møta henni skjótt aftur, og nú eru tit bæði sloppin heim til tað hvílu, ið tit hava longst eftir. Ester var vorðin troytt, og nú er hon eisini sloppin heim til tey, ið undan henni eru farin.
Má Harrin, eins og hann bar Ester seinastu tíðina á bønarinnar veingjum, styrkja og troysta tykkum børn við familju.
Friður veri við minninum um eina dygdar kvinnu.
Guds lyfti halda, hvat enn eg missi, hvat enn ið brestur, tey bresta ei, um stjørnur blankar enn slókna allar, Guds lyfti svíkja aldri, nei.
Jórun