Minningarorð um Elmu Erningsdóttir Djurhuus

Á kvøldi Langa fríggjadag fingu vit ikki óvæntað deyðsboðini av Elmu. Hóast vit longu vistu hvønn veg tað bar, var tað sárt at frætta, at hon nú var farin.


Elma varð fødd 25. mai 1953. Hon byrjaði á posthúsinum í Havn 1. september 1970 og varð sett í fast starv sum kantórassistentur 1. juni 1973. Hon arbeiddi fyrst í 80-unum eitt styttri tíðarskeið á Frímerkjadeildini. 1. juli 1984 fór hon í farloyvi í eitt ár, og 30. juni 1985 segði hon seg úr starvi. Hetta var í sambandi við, at hon giftast Hansi, og fluttu tey suður á Nes í Vági at búgva.
 
Hon byrjaði aftur at arbeiða í postverkinum sum avloysari á posthúsinum í Vági, har hon í 2001 varð sett í fast starv. Stutt eftir hetta fekk hon tey ringu boðini, at hon hevði fingið krabbamein.
Alla tíðina, meðan hon var sjúk, var tað hon, sum helt mótið uppi hjá øllum hinum, og hon arbeiddi eisini millum viðgerðirnar hon fekk. Var altíð jalig og við tí góða orðinum. Hon var sera góð við sítt arbeiðspláss.
 
Stutt eftir at hon var byrjað sum avloysari, kom Esbern Midjord, fyrrverandi postverkstjóri, á vitjan, og tá hann sá, at Elma sat við høvuðskassan, hevði hann á munni »henni verða tit ikki snýtt av« og var hetta so satt, sum tað varð sagt, tí dugnalig var hon sum fáur og hartil stak góð at arbeiða saman við, og verður hon tí nógv saknað av okkum øllum.
 
Størstur er saknurin hjá Hans og døtrunum Tóru og Eydnu, mammuni Elly, og annars allari familjuni, og hava vit samkenslu við teimum.
 
Ætað verður minnið um Elmu.
 
Starvsfelagarnir í Vági