Ein góður vinur og virkisfelagi, Dánjal á Kjalnesi, er farin. Ikki er tað mangan, at eg taki alment til pennin, heldur ikki tá ið tað snýr um týdningarmikil viðurskifti, sum at minnast góðar samstarvsfelagar og vinmen. Men samanhald, virki og felagsskapur við Dánjal á Kjalnesi var av slíkum slag, at nøkur orð mugu sigast um henda megnar mann. Vit vóru saman um okkara seráhugamál, seyðin. Við hesum fingu vit so mangt annað gott saman og eitt serliga gott vinalag.
Dánjal bleiv sjúkur av herviligu kreftini. Hóast vit øll vónaðu, at Dánjal kundi komu burturúr hesum, at hann fór at vinna heilsuna aftur, bleiv tað ikki so. Vit vita øll, at slík sjúka er ikki tespilig, men ein vónar altíð. Hvør skuldi trúð, at ein so prúður og megnarligur maður, ja tað var hann eisini í summar, skuldi fara so skjótt. Tíverri skuldi stutt tíð ganga. Dánjal fór alt ov tíðliga.
Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir. Oftani er tað sagt, men orðatakið minnir okkum á hetta, og kann hetta vónandi verða við til at troysta tey, ið eftir sita. Soleiðis er tað bara, vit mugu taka við tí, hóast at tað kann verða sárt. Lagnan má góðtakast.
Dánjal var virkin, var uppií nógvum virksemi. Hann var bóndi, formaður í Jarðarráðnum, koyrdi mjólkabilin, koyrdi buss og mangt annað. Hann var fjøltáttaður. Eg var so heppin at koma at kenna hann í einum av hansara lívstættum. Vit báðir, Dánjal komu at kennast í sambandi við seyðasýningar. Eg og hinir í seyðasýningahøpi vilja við hesum minningarorðum minnast virkisfelagan og heilsa honum fyri seinastu ferð.
Dánjal hevði sera gott hegni til seyð og alt tað, sum er knýtt at seyðahaldi. Felagsáhugin fyri seyðahaldi knýtti okkum saman. Men tað var meira enn hetta, sum knýtti okkum saman. Dánjal var ein góður vinur.
Hóast at Dánjal fyri tey, sum ikki kendu hann, so væl kundi tykjast álvarsamur, var hann í grundini skemtingarsamur og lunur maður, ein heitt menniskja við positivari og sterkari grund.
Dánjal var ein maður av fáum orðum, men tað hann segði, vigaði. Tað er tí kanska ikki so undarligt, at hann hevði stóran týdning har hann var, eisini í seyðasýningahøpi.
Tá ið vit fóru avstað um morgnarnar, var steðga á gólvinum hjá Emily og Dánjal til morgumdrekka. Ein temunn við øllum góðum føroyskum viðskera afturvið. Tað kendist at vit vóru á gólvinum hjá einum bóndahjúnum - tað var sera hugnaligt. Betri byrjan á ein seyðasýningardag kann ein ikki hugsa sær. Emily, tøkk fyri góðan sýndan blíðskap.
Dánjal og konan dugdu at motivera og skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi.
Síðan var farið avstað til staðin har seyðasýningin skuldu ganga fyri seg.
Leikluturin hjá Dánjali var týdningarmikin her. Tað altíð ein styrkur at hava Dánjal við í teaminum.
Seyðasýningarnar vóru ein heildaruppliving, har seyður og seyðagóðska var í miðdeplinum. Men tað sosiala lívið, hugnin og samveran var av stórum týdningi, og leiklutur Dánjals lá ikki eftir.
Seinast Dánjal var við á seyðasýning, var seinasta heyst á Sandoynni (Skálavík). Vit vóru so smátt byrjaðir at leggja ætlanir um seyðasýningar komandi heyst. Men lagnan vildi tað soleiðis, at Dánjal skuldi ikki verða við meira. Hvør skuldi trúð tí? Men hetta mugu vit bara góðtaka, soleiðis er lívið.
Tað verður sagt at maður kemur í mans stað, men Dánjal verður ikki lættur at erstatta. Saknur verður í honum. Men vit skulu royna at varðveita tann góða anda, sum Dánjal førdi við sær, í seyðasýningum í framtíðini.
Familjan hevur mist ein kæran, Kollafjørður ein son og samfelagið eitt mentað og gott menniskja.
Vit vilja takka Dánjali fyri tað, vit hava havt saman hesi árini.
Vit vilja sýna tær Emily, synum, dóttur og abbabørnum okkara størstu samkenslu.
Vit lýsa frið yvir minnini um Dánjal á Kjalnesi.
Poul









