Eg koma at kenna Atla mitt í 70-árunum í sambandi við fiskivinnu. ? Politikk tosaðu vit ikki um vitandi, at vit vóru ikki á einum máli í fleiri politiskum hugsanum ? og verður tað tí ikki frá tí síðuni eg í stuttum vil lýsa mannin, men harafturítmóti meira hvussu eg kendi hann sum menniskja.
Vit vóru oftani saman í fiskivinnusamráðingum við onnur lond í 1970 og 80-árunum, og var Atli á hesum økinum suverenur. Hann setti seg sera væl inn í fiskivinnu, ja, heilt sjáldsamur áhugi, tá hugsað verður um, at hann ikki kom frá eini fiskivinnustætt. Sum hansara lyndi var, so bakkaði hann ikki við tað góða, og oftani varð farið til hús aftur uttan úrslit. Heldur tað, enn at avreiða okkara rættindi. Tá so samráðingar aftur vórðu á øðrum sinni, dróg hann oftani tað longra stráðið, og mong góð avtala varð fingin heim til landið.
Seinni kom eg at kenna Atla frá eini aðrari síðu, og tað var sum stjóra í Realkreditstovninum. »Hann var handlingens mand«. Ikki tað, at hann bara segði ja til allar umsóknir, men spurdi tú hann, so gav hann skjótt svar. Hann bøldi ikki yvir umsóknum. Eitt ja ella eitt nei kom, so skjótt sum hann hevði sett seg inn í málið, og hann kundi saktans ringja um klokkan nærkaðist midnátt, um tað var neyðugt.
Eitt sum eyðkendi Atla var, at hann bar ikki brá av øvundsjúku, nei, hann var stórsinnaður. Hann var so ótrúliga væl nøgdur, tá tað gekst skipunum væl. Betri tað gekk, oftari ringdi hann at frætta. Hann skilti hetta, at gekk tað vinnuni væl, so gekst samfelagnum væl. Var tað so, at tað gekst einum skipi illa, og raksturin bleiv tungur, royndi hann sítt ýtarsta fyri at lætta um ? innan fyri tær rammur, hann hevði at arbeiða í ? og hann var tungur í huga, tá hann sum stjóri mátti boða frá, at ikki bar til meira.
Tá tað stóð um húsbrot í Føroyum í 1990-árunum, var Atli Dam saman við nevndini í Realinum ein bjargingarflaki fyri føroysku fiskivinnuna. Mong av okkara bestu skipum høvdu ikki verið í flotanum í dag, um ikki Realurin við Atla í stavninum royndi sítt ýtarsta, og tøkk skal hann hava frá mær og frá mongum øðrum skipaeigarum fyri ágrýtni og hjálp, tá svartast sá út. Hann og nevndin annars kundu havt sitið afturá og einki gjørt, tí útlitini vóru vánalig at byrja av nýggjum og ikki kundi prógvast, at tað framyvir fór at verða lønandi. Her var talan um víðskygni og mót samantvinnað við einum stak hjálpsamum sinni, sum eisini gjørdi, at mong fiskimannaheim ikki sótu øskukøld, tá komið varð longur út í 1990-árini.
Atla dámdi væl at matgera og var góður kokkur. Vit, sum hava sitið í umboðsráðnum hjá Realinum, minnast aftur á sera hugnaligar løtur, tá árligi aðalfundurin var, og Atli hevði skipað fyri, at alt, sum fáast kundi av serstøkum føroyskum mati var sett á borðið.
Nú ið aftur nærkast til aðalfund, kemur mær í huga søguna úr fyrru Sámuelsbók um, tá Dávid flýddi undan Saul, og Jónatan, besti vinur Dávids, segði við hann, at í morgin er sólkomudagur, og tá vit samlast til borðs, verður tú saknaður, tí sessur tín stendur tómur.
Sólvá og tit øll, sum av vara, vit luttaka í stóra sakni tykkara, nú sessurin er tómur.
Æra verði minnið um Atla Dam.
Osmund Justinussen