Hann helt í hálvtannað ár, aftaná at hava fingið konstaterað eina blóðsjúku, ið ikki kundi bøtast. Hann fekk blóð í heilum, og vit, sum vóru honum næstir, sóu, at login lækkaði. Tá ljósið í eygunum slóknaði henda morgunin á Landssjúkrahúsinum, føldist tað sum motorurin í okkara felagsskapi var gingin fyri. Man plagar at siga, at tann og tann fór knappliga. Tað kann tykjast merkiligt at siga tað um Arngrím, men hann fór knappliga, vónin var sum ein berandi bjálki hjá honum, isotopkjarnan í sálini sum bar, líka til kvøldið fyri hann doyði, tá avmaktaði kroppurin streykaði, og hann fór til songar fyri seinastu ferð. Eg má siga fyri okkum, sum av vardu, at sjáldan hevur saknur nívt so tráur sum hesuferð. Arngrím var ein av hesum sjáldsomu fólkunum, sum viðlíkahelt vinskapin við síni, alt lívið. Hann vildi samanhald og røktaði vinarbondini væl.
Vit kunnu gott siga, at 60´ini hjá okkum byrjaðu niðri hjá Eivild og Mathias í Sandavági. Musikalska vekingin úr Onglandi hevði fest í niðanfyri vegin, og har sótu vit rundanum B&O stereoanleggið, meðan tónarnir frá ensku bohemunum, Stones, fyltu rúmið. Arngrím spældi afturvið – kendi hvønn tóna. Og hann dugdi at spæla guitar – tað dugdi ongin annar í námind tá. Hann var tekniskt væl funderaður og kendi enntá guitarin teoretiskt longu í fyrru helvt av trýssunum. Vit koma at fylgjast tað nógva av lívinum sum tónleikarar og vinir, fyrst í bólkinum Teenagers, men serliga í Phoenix, tá vit løgdu um til rokk. Arngrím mannaði bassguitaran við hegni og entusiasmu hesi árini.
Tá vit riðu 70´ini av okkum í skipstroyggju og tuflum, hildu vit virkuliga, at verðin hevði funnið sín fasta form – ikki minst musikalskt, men vit fóru skeivir. Tá uppstúltaði glamrokkurin trein á pallin í Europa, mynstraði Arngrím av, hann tímdi ikki forlornu universini og alin langu kavalergongdirnar hjá Slade og Sweet. Í San Fransisco lógu hippiarnir við motorstoppi í rúkandi hashdungum aftaná stóru veitsluna. Ongin hevði ánilsi av, hvar friðarpípurnar vóru blivnar av, men Arngrím helt fast við friðarpípuna og Blues og Rythm and Blues-baseraða rokkin hjá Stones, alt lívið.
Arngrím hevði eitt vælsignað sinnalag – um hann østi seg onkuntíð, var tað ikki rættað móti nøkrum persóni, tað var meira hetta, at viðurskifti í samfelagnum, lokalt ella globalt, vóru skeiklaði, tí væl fylgdi hann við, hvat samtíðin tókst við, politiskt ella sosialt. Hann hevði, ikki minst, innlit í heimssøguna – og serliga europeiska miðaldarsøgu. Vit flentu oftani at hansara speisku viðmerkingum um Ludvík 14. ella uppgjørda lívið við europeisku hóvini, tí stuttligur var hann. Men aftanfyri humoristiska bráið, skygdi eisini lívsins álvari – hann var alt annað enn grunnur. Hann kundi flenna at tilveruni sum fyribrigdi, men gloymdi ongantíð at rokna seg sjálvan uppí.
Lívsstarvið hjá honum gjørdist bókhaldsarbeiði, hann arbeiddi hjá systkinabarninum í nógv ár. Hann var annars útbúgvin lærari, men fann seg helst betur til rættis í skrivstovuyrkinum.
Henda dagin hann fór til gravar, var av besta veðri. Vit sungu tveir Stones sangir fyri honum uppi við altarið í Sandavágs kirkju. Hetta var ein fín løta, har vit endaliga, um treyðugt, sleptu honum og lótu hann fara. Vit loraðu hann niður í vindeygaleysa býin undir svørinum.
At koyra framvið húsunum og mittasta vindeyganum á ovaru hædd, er tað ringasta. Krúpandi kenslan av, at hann situr aftanfyri gardinurnar haruppi við Blues-Hawkinum vil ikki fara. Vit sakna teg so nógv allir, okkara góði vinur, at vit sleppa ikki av við teg í bræði.
Ísak, Finnbjørn og Sigfríður